Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 23

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 23
Soppur í føroyskum og sopp í írskum 29 væl grundað. Orðið er í írskum ein kallskyns 5«stovnur. — Um nýtsluna í nýírskum, sum á mangan hátt er einum føroyingi heimakunn, skal eg loyva mær at taka uppaftur sumt, sum eg finni í Dinneen: IrishíEngl. Dict. (1947). Orðið eitur nú sop (gen. soip, ssuip, pl. id. og »aí), og merkingin er «soppur ella hond av hoyggj, hálmi, lyngi o. s. fr.» (a wisp or handful («sop») of hay, straw, heather, etc., used to feed a cow, stop a hole, put in the boots, embody a hayrope, use as a torch . . . ;» hoyggj ella hálmur nýtt í song ella bóli; sop feir, beinleiðis tað sama sum okkara hoysoppuv, er týtt: «a quantity of hay». O.s.fr. — Dwelly (The Illustrated Gael.sEngl.Dict., 1949) hevur sum høvuðsmerking úr skotska økinum (sop, *uip, pl.=an og íuip, s.m.): «Wisp, loose bundle of straw or hay.» Er nú, sum eg havi frætt, men ikki fingið vissu fyri enn, at í írskum er sop sum í føroyskum nýtt um konur, ið eiga skulu, so tykir mær, at tað styðjar ætlan okkara um, at føroyingar og hjaltar hava fingið merkingina «hoysoppur» úr írskum í orði, sum í grannamálum okkara merkir «fungus, bjølgur ella bóltur.» Eitt er víst í hvustu er, at merkingarnar í norskum og íslendskum fáa illa alið av sær nýggja merking av tí slagnum, sum vit hava í føroyskum og hjaltlendskum. Um enska orðið sop, sum helst er skylt við orð sum súpa v. og sopi m., og sum eftir øllum tí, vit vita, ikki beinleiðis kann vera komið inn í tey norrønu vestanmáb ini hjaltlendskt og føroyskt, skulu vit lítið røða, nóg mikið er at vísa á Wright: Eng. Dial. Dict. Men nevnt eigur at verða, at har er sagt, at á Isle of Man merkir sap nakað tað sama sum okkara soppuv «a wisp of hay or straw»). — Skotska orðið sup og orknoyska sap «sopi» eru helst sama orðið sum tað enska, ella nær skyld tí. VI. Úrslitið av rannsóknum okkara, tykir mær, er tað, at øll líkindi eru til, at føroyskt og hjaltlendskt, sum í saman*

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.