Fróðskaparrit - 01.01.1955, Qupperneq 23
Soppur í føroyskum og sopp í írskum
29
væl grundað. Orðið er í írskum ein kallskyns 5«stovnur.
— Um nýtsluna í nýírskum, sum á mangan hátt er einum
føroyingi heimakunn, skal eg loyva mær at taka uppaftur
sumt, sum eg finni í Dinneen: IrishíEngl. Dict. (1947).
Orðið eitur nú sop (gen. soip, ssuip, pl. id. og »aí), og
merkingin er «soppur ella hond av hoyggj, hálmi, lyngi
o. s. fr.» (a wisp or handful («sop») of hay, straw, heather,
etc., used to feed a cow, stop a hole, put in the boots,
embody a hayrope, use as a torch . . . ;» hoyggj ella
hálmur nýtt í song ella bóli; sop feir, beinleiðis tað sama
sum okkara hoysoppuv, er týtt: «a quantity of hay». O.s.fr.
— Dwelly (The Illustrated Gael.sEngl.Dict., 1949) hevur sum
høvuðsmerking úr skotska økinum (sop, *uip, pl.=an og
íuip, s.m.): «Wisp, loose bundle of straw or hay.»
Er nú, sum eg havi frætt, men ikki fingið vissu fyri enn,
at í írskum er sop sum í føroyskum nýtt um konur, ið
eiga skulu, so tykir mær, at tað styðjar ætlan okkara um,
at føroyingar og hjaltar hava fingið merkingina «hoysoppur»
úr írskum í orði, sum í grannamálum okkara merkir
«fungus, bjølgur ella bóltur.» Eitt er víst í hvustu er, at
merkingarnar í norskum og íslendskum fáa illa alið av sær
nýggja merking av tí slagnum, sum vit hava í føroyskum
og hjaltlendskum.
Um enska orðið sop, sum helst er skylt við orð sum
súpa v. og sopi m., og sum eftir øllum tí, vit vita, ikki
beinleiðis kann vera komið inn í tey norrønu vestanmáb
ini hjaltlendskt og føroyskt, skulu vit lítið røða, nóg mikið
er at vísa á Wright: Eng. Dial. Dict. Men nevnt eigur at
verða, at har er sagt, at á Isle of Man merkir sap nakað
tað sama sum okkara soppuv «a wisp of hay or straw»).
— Skotska orðið sup og orknoyska sap «sopi» eru helst
sama orðið sum tað enska, ella nær skyld tí.
VI.
Úrslitið av rannsóknum okkara, tykir mær, er tað, at øll
líkindi eru til, at føroyskt og hjaltlendskt, sum í saman*