Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 26

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 26
Føroyski leypurin Gerð og snið — Leypanovn Eftir Jóhannes av Skarði INNLEIÐING í Føroyum eins og í øðrum londum bera amboðini, fólkið hevur havt í dagliga arbeiði sínurn, boð um fólks* ins mentan. Víst hava vit ikki mikið at vísa á av træskurði ella øðrum listhandverki, aftur ímóti øðrum fólkum, sum t. d. gronnum okkara íslendingum og norðmonnum. Men í amboðum til alt arbeið á landi og sjógvi og í bjørgum kunnu vit vísa á eina mentan, amboðsmentan, sum stendur mát við ta hjá gronnunum. Hesi amboð eru úrslit av longs um royndum og eru gjørd við miklari snild, og tey eru tí so væl hóskandi, ofta út í ytstu æsir, tí, tey eru ætlað, at vit undrast. Og tó at tey ikki eru prýdd við reypandi kroti ella prunki, hóma vit vakurleikagleðina í einfaldum prýðingum, sum t. d. hesum fínu listum, teimum dámdi so væl at seta á lutirnar, t. d. árar, borð og stokkar á báti, ella vit kunnu nevna lúsaoyrað, sum skorið er upp ímóti ennisspóninum, bert fyri at nevna tvey dømi; — í lítillæti sínum fín list. Men mest hugtakandi er sum sagt, so væl hvørt amboð, ja hvør einstakur lutur av amboðunum hóskar til tað, hann er ætlaður. Eitt dømi uppá hetta er leypurin við tí sniði, hann hev« ur fingið í Føroyum. Ætlaður til at bera á bakinum má

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.