Fróðskaparrit - 01.01.1955, Qupperneq 26
Føroyski leypurin
Gerð og snið — Leypanovn
Eftir Jóhannes av Skarði
INNLEIÐING
í Føroyum eins og í øðrum londum bera amboðini,
fólkið hevur havt í dagliga arbeiði sínurn, boð um fólks*
ins mentan. Víst hava vit ikki mikið at vísa á av træskurði
ella øðrum listhandverki, aftur ímóti øðrum fólkum, sum
t. d. gronnum okkara íslendingum og norðmonnum. Men
í amboðum til alt arbeið á landi og sjógvi og í bjørgum
kunnu vit vísa á eina mentan, amboðsmentan, sum stendur
mát við ta hjá gronnunum. Hesi amboð eru úrslit av longs
um royndum og eru gjørd við miklari snild, og tey eru
tí so væl hóskandi, ofta út í ytstu æsir, tí, tey eru ætlað,
at vit undrast. Og tó at tey ikki eru prýdd við reypandi
kroti ella prunki, hóma vit vakurleikagleðina í einfaldum
prýðingum, sum t. d. hesum fínu listum, teimum dámdi so
væl at seta á lutirnar, t. d. árar, borð og stokkar á báti,
ella vit kunnu nevna lúsaoyrað, sum skorið er upp ímóti
ennisspóninum, bert fyri at nevna tvey dømi; — í lítillæti
sínum fín list. Men mest hugtakandi er sum sagt, so væl
hvørt amboð, ja hvør einstakur lutur av amboðunum hóskar
til tað, hann er ætlaður.
Eitt dømi uppá hetta er leypurin við tí sniði, hann hev«
ur fingið í Føroyum. Ætlaður til at bera á bakinum má