Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 27

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 27
Føroyski leypurin 33 hann vera lættur og sterkur, hann er bæði. Og við fetb inum væl evnaðum og hóskandi til longdar, liggur byrðin væl á rygginum. Og so einfaldur, hann er smíðaður, er hann vakur. í nakrar øldir hava føringar gingið undir leypi og hava í honum flutt tað, sum flytast skuldi eftir landi, — ella teir hava reitt, teir ið høvdu ross. Hvussu Ieingi, vita vit ikki við vissu, tí her, sum í so mongum førum, vanta okkum skrivligar keldur. í einstøkum gomlum søgnum kemur leypur fyri, t. d. í søgnini um Snopprikk, Giljabóndan og I.aðangarðsbóndan. Bóndin vil sleppa sær frá Snopprikki og skjýtur bát frá landi við Snopprikki í og tveimum gentum, og ongar árar í bátinum. Og søgnin sigur, at tey róku til Hetlands. Onnur gentan, dóttir Pætur við Kvíggja í Sunnbø «kom heim aftur at vitja eina ferð. Pápin og baggjarnir vóru út at rógva . . . Tá ið hann (pápin) kom inn við fiskaleyp* inum . . . , kundi hon ikki ráða sær, men ... rópaði: «Á pápi, eg skal taka av tær!»» (Jakobsen (1898—1901). Hetta man hava verið í fyrru helvt av 16. øld (Jakobsen 1898—1901), og er søgnin álítandi viðvíkjandi tí við fiska* leypinum, hava menn tá sum nú borið fiskin í leypi av støðni og til hús. Lucas Debes nevnir einki um leypin. — Ta fyrstu rættb ligu lýsing av leypinum gevur okkum Svabo (1781—82). Tað er mest rossleypin, hann lýsir (hann hevur góða mynd av rossleypi), og tað er í skapi sami rossleypurin, vit hava enn í dag. Men tá ið hann sigur: «De Løber, hvori man bær noget pá Ryggen, «Biralejpur», ere mindre . . . ,» hóskar hetta ikki við tað, sum nú er. Nú er byrðarleyp* ur yvirhøvur størri enn rossleypur, og her man Svabo hava mistikið seg. — Tað Landt (1800) hevur um leypin, er eftir Svabo, bert nevnir hann afturat, at á «Lewis Ejland under Skotland» reiddu teir torv. Winther (1875) nevnir nakað lítið um leypin, somuleiðis Lunddal (1851) og Annandale (1903).

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.