Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 27
Føroyski leypurin
33
hann vera lættur og sterkur, hann er bæði. Og við fetb
inum væl evnaðum og hóskandi til longdar, liggur byrðin
væl á rygginum. Og so einfaldur, hann er smíðaður, er
hann vakur.
í nakrar øldir hava føringar gingið undir leypi og hava
í honum flutt tað, sum flytast skuldi eftir landi, — ella
teir hava reitt, teir ið høvdu ross. Hvussu Ieingi, vita vit
ikki við vissu, tí her, sum í so mongum førum, vanta
okkum skrivligar keldur.
í einstøkum gomlum søgnum kemur leypur fyri, t. d. í
søgnini um Snopprikk, Giljabóndan og I.aðangarðsbóndan.
Bóndin vil sleppa sær frá Snopprikki og skjýtur bát frá
landi við Snopprikki í og tveimum gentum, og ongar árar
í bátinum. Og søgnin sigur, at tey róku til Hetlands.
Onnur gentan, dóttir Pætur við Kvíggja í Sunnbø «kom
heim aftur at vitja eina ferð. Pápin og baggjarnir vóru út
at rógva . . . Tá ið hann (pápin) kom inn við fiskaleyp*
inum . . . , kundi hon ikki ráða sær, men ... rópaði:
«Á pápi, eg skal taka av tær!»» (Jakobsen (1898—1901).
Hetta man hava verið í fyrru helvt av 16. øld (Jakobsen
1898—1901), og er søgnin álítandi viðvíkjandi tí við fiska*
leypinum, hava menn tá sum nú borið fiskin í leypi av
støðni og til hús.
Lucas Debes nevnir einki um leypin. — Ta fyrstu rættb
ligu lýsing av leypinum gevur okkum Svabo (1781—82).
Tað er mest rossleypin, hann lýsir (hann hevur góða mynd
av rossleypi), og tað er í skapi sami rossleypurin, vit hava
enn í dag. Men tá ið hann sigur: «De Løber, hvori man
bær noget pá Ryggen, «Biralejpur», ere mindre . . . ,»
hóskar hetta ikki við tað, sum nú er. Nú er byrðarleyp*
ur yvirhøvur størri enn rossleypur, og her man Svabo hava
mistikið seg. — Tað Landt (1800) hevur um leypin, er
eftir Svabo, bert nevnir hann afturat, at á «Lewis Ejland
under Skotland» reiddu teir torv. Winther (1875) nevnir
nakað lítið um leypin, somuleiðis Lunddal (1851) og
Annandale (1903).