Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 28

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 28
34 Føroyski leypurin Eitt sindur gjøllari lýsing hevur Bruun (1911); hann nevnir bæði rimaðan leyp, tættí, ross« og grótleyp, og eisini leyp, sum tættur er á einari síðu, har sum fetilin er, men hinar síðurnar rimaðar. — Endiliga skrivar eisini Williamson (1947) um leypin. — Hetta umframt mangar aðrar høvundar, ið nevna leypin í ritum um Føroyar. Evnið leypurin kann verða býtt sundur soleiðis: 1. Gerð og snið leypsins, 2. leypanøvn, 3. leypamál í sambandi við onnur má 1, t. d. kannubæra og fimting1) o.o. og 4. leypurin sum amboð í arbe i ð slí vi n u m. — í hesi grein verða viðgjørdir spurningarnir 1. og 2., og ætlanin er í aðrari grein í komandi Fróðskaparriti at við« gera 3. og 4. Undirstøðan undir hesi grein eru upplýsingar, sum fingnar eru við svørum upp á spurnarbløð, send til 39 fólk í 35 bygdum kring landið umframt egnar upptekningar. Roynt var at velja hesar bygdir, at senda spurnarbløðini til, so, at tær sum best skuldu kunna geva okkum ein tvørskurð av myndini um leypin. Spurnarbløðini vórðu send til: 8 bygdir í Norðuroya sýslu 4 bygdir í Eysturoyar sýslu 9 bygdir í Streymoyar sýslu 3 bygdir í Vága sýslu 6 bygdir í Sandoyar sýslu 5 bygdir í Suðuroyar sýslunum báðum. Myndirnar 1 og 2 eru frá Bambus=ljósmyndastovu. Hinar hava Kristoffer Kristoffersen (mynd 3, 5, 6, 7 og 8) og Curt von Jessen (mynd 4) teknað. Allar mátingar eru gjørdar av høvundinum sjálvum. Nýttar styttingar: A. =- Argir; Da. = Dalur; E. = Eldu» vík; Ei. = Eiði; F. = Funningur; Ff. = Funningsfjørður; Fms. = Fornminnissavnið, Tórshavn; G. = Gásadalur; *) Fimtingur er mál, sum bert verður nýtt í Suðuroy, og sum við» gjørt verður í aðrari grein í Fróðskaparriti 5.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.