Fróðskaparrit - 01.01.1955, Qupperneq 28
34
Føroyski leypurin
Eitt sindur gjøllari lýsing hevur Bruun (1911); hann
nevnir bæði rimaðan leyp, tættí, ross« og grótleyp, og
eisini leyp, sum tættur er á einari síðu, har sum fetilin er,
men hinar síðurnar rimaðar. — Endiliga skrivar eisini
Williamson (1947) um leypin. — Hetta umframt mangar
aðrar høvundar, ið nevna leypin í ritum um Føroyar.
Evnið leypurin kann verða býtt sundur soleiðis: 1. Gerð
og snið leypsins, 2. leypanøvn, 3. leypamál í
sambandi við onnur má 1, t. d. kannubæra og fimting1)
o.o. og 4. leypurin sum amboð í arbe i ð slí vi n u m.
— í hesi grein verða viðgjørdir spurningarnir 1. og 2., og
ætlanin er í aðrari grein í komandi Fróðskaparriti at við«
gera 3. og 4.
Undirstøðan undir hesi grein eru upplýsingar, sum fingnar
eru við svørum upp á spurnarbløð, send til 39 fólk í 35
bygdum kring landið umframt egnar upptekningar. Roynt
var at velja hesar bygdir, at senda spurnarbløðini til, so,
at tær sum best skuldu kunna geva okkum ein tvørskurð
av myndini um leypin. Spurnarbløðini vórðu send til:
8 bygdir í Norðuroya sýslu
4 bygdir í Eysturoyar sýslu
9 bygdir í Streymoyar sýslu
3 bygdir í Vága sýslu
6 bygdir í Sandoyar sýslu
5 bygdir í Suðuroyar sýslunum báðum.
Myndirnar 1 og 2 eru frá Bambus=ljósmyndastovu. Hinar
hava Kristoffer Kristoffersen (mynd 3, 5, 6, 7 og 8) og
Curt von Jessen (mynd 4) teknað. Allar mátingar eru
gjørdar av høvundinum sjálvum.
Nýttar styttingar: A. =- Argir; Da. = Dalur; E. = Eldu»
vík; Ei. = Eiði; F. = Funningur; Ff. = Funningsfjørður;
Fms. = Fornminnissavnið, Tórshavn; G. = Gásadalur;
*) Fimtingur er mál, sum bert verður nýtt í Suðuroy, og sum við»
gjørt verður í aðrari grein í Fróðskaparriti 5.