Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 29

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 29
Føroyski leypurin 35 Gj. = Gjógv; He. = Hestur; Ho. = Hov; Hó. = Hósvik; Hoy. = Hoyvík; Hú. = Húsavík; Hv. = Hvalbøur; Ki. = Kirkja; KI. = Klakksvík; Koll. — Kollafjørður; Ku. = Kun= oy; Kv. = Kvívík; LF. = Grundtvig,SvendogBloch,Jørgen: Lexicon Færoense, København 1877—88, handrit á Det kongelige Bibliotek, Keypmannahavn. Mv. = Miðvágur; N. = Nólsoy; Nd. = Norðradalur; No. = Norðuroyar; Sa. = Saksun; Sd. = Sandur; Ská. = Skáli; Sko. = Skopun; Skv. = Skálavík; Su. = Suðuroy; Svk. = Sandvík; T. = Tórshavn; Tr. = Trøllanes; Ve. = Vestmanna; Við. = Viðareiði. GERÐ OG SNIÐ Tað er ikki ógløgg lýsing av leypinum, tá ið hann í bókmentum verður nevndur rimaður kassi. Men í huga føroyingsins hevur leypurin — við tí miðstøðu hann hevur sum arbeiðsamboð og tí handaverki, ið liggur í at smíða hann — eina støðu, sum ikki er at hópalíkna við kassan, sum hvørki leiðir hugan á fornvenju ella handaverk. Meðan kassin er eitt samanklampað ílæti, er leypurin amboð og handaverk á høgum stigi. Nøvn á ymissu lutum leypsins. (Skipað í bókstavarað; tølini framman fyri orðini vísa til mynd 3a). 1. árætti m. (a; ar). band n. (s; bond) á rossaleypi at halda botninum uppi (mynd 4b). bar n. (s; bar) = hol (Svk.). botnfj øl f. (fjalar; fjalir). Botnurin er gjørdur av botn= fjølunum. botnrim1 = niðasta rim. botnrim2 = botnfjøl (Hoy.). botnshakarim = botnrim á teim síðunum, har botns« hakarnir eru. (Ki.). 2. botnshaki m. (a; ar).

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.