Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 29
Føroyski leypurin
35
Gj. = Gjógv; He. = Hestur; Ho. = Hov; Hó. = Hósvik;
Hoy. = Hoyvík; Hú. = Húsavík; Hv. = Hvalbøur; Ki. =
Kirkja; KI. = Klakksvík; Koll. — Kollafjørður; Ku. = Kun=
oy; Kv. = Kvívík; LF. = Grundtvig,SvendogBloch,Jørgen:
Lexicon Færoense, København 1877—88, handrit á Det
kongelige Bibliotek, Keypmannahavn. Mv. = Miðvágur;
N. = Nólsoy; Nd. = Norðradalur; No. = Norðuroyar;
Sa. = Saksun; Sd. = Sandur; Ská. = Skáli; Sko. = Skopun;
Skv. = Skálavík; Su. = Suðuroy; Svk. = Sandvík; T. =
Tórshavn; Tr. = Trøllanes; Ve. = Vestmanna; Við. =
Viðareiði.
GERÐ OG SNIÐ
Tað er ikki ógløgg lýsing av leypinum, tá ið hann í
bókmentum verður nevndur rimaður kassi. Men í huga
føroyingsins hevur leypurin — við tí miðstøðu hann hevur
sum arbeiðsamboð og tí handaverki, ið liggur í at smíða
hann — eina støðu, sum ikki er at hópalíkna við kassan,
sum hvørki leiðir hugan á fornvenju ella handaverk. Meðan
kassin er eitt samanklampað ílæti, er leypurin amboð og
handaverk á høgum stigi.
Nøvn á ymissu lutum leypsins.
(Skipað í bókstavarað; tølini framman fyri orðini vísa til mynd 3a).
1. árætti m. (a; ar).
band n. (s; bond) á rossaleypi at halda botninum uppi
(mynd 4b).
bar n. (s; bar) = hol (Svk.).
botnfj øl f. (fjalar; fjalir). Botnurin er gjørdur av botn=
fjølunum.
botnrim1 = niðasta rim.
botnrim2 = botnfjøl (Hoy.).
botnshakarim = botnrim á teim síðunum, har botns«
hakarnir eru. (Ki.).
2. botnshaki m. (a; ar).