Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 34

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 34
40 Føroyski leypurin leypi. Men miðrimarnar eru ongantíð breiðari enn ovasta rim og botnurin. TALVA 2. Samanburður ímillum rimabreidd á vanligum 5«rimaðum leypi: Innrúm Ovasta rim Mittasta rim Botnrim dm 3 cm cm cm 85,9 10,0 7,0 9,5 73,0 10,0 7,0 9,5 65,3 9,5 5,8 9,5 57,5 9,0 9,0 9,0 14,7 6,8 3,5 6,8 4,2 3,7 2,6 3,7 Rimagloppið er sera ymist. Eru rimarnar upp á seg breiðar, verður minni pláss til glopp, sum tá verða upp á seg smøl. Sjálvandi avger eisini stødd leypsins gloppini, soleiðis at smáir leypar hava yvirhøvur tættari ímillum rima enn stórir. Annars verður eisini hetta avgjørt eftir ymissum viðurskiftum, sum nevnt omanfyri viðvíkjandi øðrum lutum leypsins. Her kann nýtsla leypsins hava nakað at týða; til dømis kann torvleypur hava vítt ímillum rima, men á t. d. dyrgingarleypi (sí dyrgingarl. bl. 53)mágloppiikki verabreið* ari enn so, at leypurin heldur summarseiði. Botnshakarnir eru tveir, ein á hvørjari lið leypsins, og har sum fetilin ikki er, t. e. ikki aftan og framman; hetta er tí, at annars hevði botnshakin notið ov fast á Iend« arnar á honum ið ber. Botnshakarnir skula halda tyngdini á tí, í leypinum er, tí á teimum liggja botnfjalirnar, ella tær við oyra ganga ígjøgnum teir. Men eins og við øðrum lutum leypsins, ella í enn meiri mun, er ikki vist mát á tjúkt teirra (talva 1). — Ikki verður lagt í, um innara og niðara síða botnshakans fyri ein part eru sneiddar, tá ið tilfarið er so, t. d. av vatnkanti. Men uttan og omaná eru teir slættir í fullari breidd.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.