Fróðskaparrit - 01.01.1955, Qupperneq 34
40
Føroyski leypurin
leypi. Men miðrimarnar eru ongantíð breiðari enn ovasta
rim og botnurin.
TALVA 2.
Samanburður ímillum rimabreidd á vanligum 5«rimaðum leypi:
Innrúm Ovasta rim Mittasta rim Botnrim
dm 3 cm cm cm
85,9 10,0 7,0 9,5
73,0 10,0 7,0 9,5
65,3 9,5 5,8 9,5
57,5 9,0 9,0 9,0
14,7 6,8 3,5 6,8
4,2 3,7 2,6 3,7
Rimagloppið er sera ymist. Eru rimarnar upp á seg
breiðar, verður minni pláss til glopp, sum tá verða upp á
seg smøl. Sjálvandi avger eisini stødd leypsins gloppini,
soleiðis at smáir leypar hava yvirhøvur tættari ímillum rima
enn stórir. Annars verður eisini hetta avgjørt eftir ymissum
viðurskiftum, sum nevnt omanfyri viðvíkjandi øðrum lutum
leypsins. Her kann nýtsla leypsins hava nakað at týða; til
dømis kann torvleypur hava vítt ímillum rima, men á t. d.
dyrgingarleypi (sí dyrgingarl. bl. 53)mágloppiikki verabreið*
ari enn so, at leypurin heldur summarseiði.
Botnshakarnir eru tveir, ein á hvørjari lið leypsins,
og har sum fetilin ikki er, t. e. ikki aftan og framman;
hetta er tí, at annars hevði botnshakin notið ov fast á Iend«
arnar á honum ið ber. Botnshakarnir skula halda tyngdini
á tí, í leypinum er, tí á teimum liggja botnfjalirnar, ella
tær við oyra ganga ígjøgnum teir. Men eins og við øðrum
lutum leypsins, ella í enn meiri mun, er ikki vist mát á
tjúkt teirra (talva 1). — Ikki verður lagt í, um innara og
niðara síða botnshakans fyri ein part eru sneiddar, tá ið
tilfarið er so, t. d. av vatnkanti. Men uttan og omaná eru
teir slættir í fullari breidd.