Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 36

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 36
42 Føroyski leypurin Botnfjalirnar eru til tjúktar nakað sum rimarnar, viðhvørt tó ein vert tjúkkari. Tilevningin. So verða teir einstøku lutir evnaðir til. Merkt verður fyri holum (mynd 3 a3) og plógvi (mynd 3 a6) í stuðlarnar. Tey verða sett annaðhvørt mitt á stuðulin (mynd 3a), ella eitt sindur ytri (mynd 4a og b). Hetta er rættiliga vanda* samt arbeið, serliga tá ið rimarnar á ymsu síðunum um< skarðast og leypurin er svikin (mynd 4a); einfaldari er tað, tá ið rimarnar standa áraka hvørjar øðrum, og tá ið leyp* urin er tað sama breiður í erva og í neðra (mynd 3). Tað hevur verið umhildið at duga at smíða leyp; tí verður tikið til, at tann, ið dugir at smíða beinan leyp, hann dugir eis>= ini at smíða hús. — Hol og plógv verða høgd í. Leypa* smiður í Húsavík, Gustav Viderø, sigur, at ansast má eftir, at ikki verður høgt ígjøgnum ímillum holini fyri saman* komandi rimum, ella ímillum plógv og hol. Har skal vera heilt ímillum (mynd 4b). — Fyrimunurin at lata rimarnar umskarðast (mynd 4a og b) er tann, at tú tá kanst hava breiðari oyru á rimunum, og leypurin verður sterkari. Eru rimarnar áraka hvørjar øðrum, fært tú ikki breiðari enn hálva rimabreiddina, ella, tá ið heilt skal vera ímillum hol* ini, knappliga tað. Rimarnar verða evnaðar og oyru skorin á endarnar; eis* ini hetta er sjálvandi einfaldari, tá ið bypurin er tað sama breiður í erva og í neðra, tí tá kanst tú brúka vinkul. Á 4=rimaðum leypum ganga vanliga allar fýra rimarnar við oyra ígjøgnum stuðulin (mynd 3 b), men á 5=rimaðum vanliga bert ovasta rim, mittasta rim og botnrim; hinar báðar miðrimarnar standa tá í plógv í fullari breidd (mynd 3a). Viðhvørt, helst í smáum Ieypum, ganga bert ovasta rim og botnrim ígjøgnum. Tappur verður gjørdur á endan á botnshakunum, annað* hvørt skorin mitt á endan (mynd 3a og b) ella á ytru síðu sum eitt blað (mynd 5b), og hol høgd í stuðlarnar fyri

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.