Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 36
42
Føroyski leypurin
Botnfjalirnar eru til tjúktar nakað sum rimarnar,
viðhvørt tó ein vert tjúkkari.
Tilevningin.
So verða teir einstøku lutir evnaðir til. Merkt verður fyri
holum (mynd 3 a3) og plógvi (mynd 3 a6) í stuðlarnar.
Tey verða sett annaðhvørt mitt á stuðulin (mynd 3a),
ella eitt sindur ytri (mynd 4a og b). Hetta er rættiliga vanda*
samt arbeið, serliga tá ið rimarnar á ymsu síðunum um<
skarðast og leypurin er svikin (mynd 4a); einfaldari er tað,
tá ið rimarnar standa áraka hvørjar øðrum, og tá ið leyp*
urin er tað sama breiður í erva og í neðra (mynd 3). Tað
hevur verið umhildið at duga at smíða leyp; tí verður tikið
til, at tann, ið dugir at smíða beinan leyp, hann dugir eis>=
ini at smíða hús. — Hol og plógv verða høgd í. Leypa*
smiður í Húsavík, Gustav Viderø, sigur, at ansast má eftir,
at ikki verður høgt ígjøgnum ímillum holini fyri saman*
komandi rimum, ella ímillum plógv og hol. Har skal vera
heilt ímillum (mynd 4b). — Fyrimunurin at lata rimarnar
umskarðast (mynd 4a og b) er tann, at tú tá kanst hava
breiðari oyru á rimunum, og leypurin verður sterkari. Eru
rimarnar áraka hvørjar øðrum, fært tú ikki breiðari enn
hálva rimabreiddina, ella, tá ið heilt skal vera ímillum hol*
ini, knappliga tað.
Rimarnar verða evnaðar og oyru skorin á endarnar; eis*
ini hetta er sjálvandi einfaldari, tá ið bypurin er tað sama
breiður í erva og í neðra, tí tá kanst tú brúka vinkul.
Á 4=rimaðum leypum ganga vanliga allar fýra rimarnar
við oyra ígjøgnum stuðulin (mynd 3 b), men á 5=rimaðum
vanliga bert ovasta rim, mittasta rim og botnrim; hinar
báðar miðrimarnar standa tá í plógv í fullari breidd (mynd
3a). Viðhvørt, helst í smáum Ieypum, ganga bert ovasta
rim og botnrim ígjøgnum.
Tappur verður gjørdur á endan á botnshakunum, annað*
hvørt skorin mitt á endan (mynd 3a og b) ella á ytru síðu
sum eitt blað (mynd 5b), og hol høgd í stuðlarnar fyri