Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 42

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 42
48 Føroyski leypurin Á línuleypi ganga rimarnar við oyra ígjøgnum stuðlar eins og á vanligum leypi, men teir eru gjørdir eitt sindur ymissir. Rimarnat: 1) 2 rimar, ovasta rim og botnrim og stimað ímillum við snøri. 2) Ovasta rim, ein afturat í erva og botnrim. Stimað ímillum næstovastu rim og botn* rimina, ella heilt smalar, 3—4 cm breiðar, rimar ímillum (Ki). Botnurin: 1) Sum á vanligum leypi við botnshøkum. 2) Botnurin negldur upp undir botnrimarnar. 3) Botn* urin stimaður. Tættleypurin (mynd 2bog5b).Síðufjalirnarstandavið oyra ígjøgnum stuðlarnar. Talið á teimumerymist, eftir tilfari; tær ganga ígjøgnum í erva og neðra, ofta eisini á miðjuni; ímillum oyruni standa tær í plógv. Botnurin sum á rims aðum leypi, oftast liggur hann oman á botnshøkunum og endarnir á botnfjølunum ímóti botnshakarimunum. Grótleypur. Mynd 6 vísir grótleyp, sum er gjørdur eftir somu grundreglum sum vanligi rimaleypurin. Tveir stuðlar, og harímillum rimar við oyrum ígjøgnum stuðb arnar, hetta er framsíðan. Síðan eru frá stuðlunum botns« hakar, sum botnfjalirnar ganga ígjøgnum. Endiliga eru sniðbond, sum halda botninum uppi; í erva er sniðbandið tappað inn í stuðulin, í neðra botnshakin inn í sniðbandið. Mynd 7 vísir grótleyp úr klótu, t. e. síðustykkini eru klóta, og har ímillum eru rimarnar, sum við oyra ganga ígjøgnum klótustykkini. Botnurin er breið og tjúkk botnfjøl á miðjuni, sett í plógv í síðustykkini, og so er onnur botnfjøl, sum liggur niðurá, og er feld hálv niður í klótuna. Kilpaleypur, er lítil leypur við høddu eins og kilpa* bytta. Hann er til at bera í hondini. Lítil leypur. (Ku.). Lokaleypur er, sum navnið sigur, leypur við loki. Sjálvur leypurin er gjørdur annaðhvørt: 1) sum vanligur tættleypur, ella 2) við ongum stuðlum og síðunum sýldum saman í hornunum (mynd 8 a og á). Síðurnar á lokinum ganga beint upp og eru sýldar í

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.