Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 42
48
Føroyski leypurin
Á línuleypi ganga rimarnar við oyra ígjøgnum stuðlar
eins og á vanligum leypi, men teir eru gjørdir eitt sindur
ymissir.
Rimarnat: 1) 2 rimar, ovasta rim og botnrim og stimað
ímillum við snøri. 2) Ovasta rim, ein afturat í erva
og botnrim. Stimað ímillum næstovastu rim og botn*
rimina, ella heilt smalar, 3—4 cm breiðar, rimar ímillum
(Ki).
Botnurin: 1) Sum á vanligum leypi við botnshøkum.
2) Botnurin negldur upp undir botnrimarnar. 3) Botn*
urin stimaður.
Tættleypurin (mynd 2bog5b).Síðufjalirnarstandavið
oyra ígjøgnum stuðlarnar. Talið á teimumerymist, eftir tilfari;
tær ganga ígjøgnum í erva og neðra, ofta eisini á miðjuni;
ímillum oyruni standa tær í plógv. Botnurin sum á rims
aðum leypi, oftast liggur hann oman á botnshøkunum og
endarnir á botnfjølunum ímóti botnshakarimunum.
Grótleypur. Mynd 6 vísir grótleyp, sum er gjørdur
eftir somu grundreglum sum vanligi rimaleypurin. Tveir
stuðlar, og harímillum rimar við oyrum ígjøgnum stuðb
arnar, hetta er framsíðan. Síðan eru frá stuðlunum botns«
hakar, sum botnfjalirnar ganga ígjøgnum. Endiliga eru
sniðbond, sum halda botninum uppi; í erva er sniðbandið
tappað inn í stuðulin, í neðra botnshakin inn í sniðbandið.
Mynd 7 vísir grótleyp úr klótu, t. e. síðustykkini eru klóta,
og har ímillum eru rimarnar, sum við oyra ganga ígjøgnum
klótustykkini. Botnurin er breið og tjúkk botnfjøl á miðjuni,
sett í plógv í síðustykkini, og so er onnur botnfjøl, sum
liggur niðurá, og er feld hálv niður í klótuna.
Kilpaleypur, er lítil leypur við høddu eins og kilpa*
bytta. Hann er til at bera í hondini. Lítil leypur. (Ku.).
Lokaleypur er, sum navnið sigur, leypur við loki.
Sjálvur leypurin er gjørdur annaðhvørt: 1) sum vanligur
tættleypur, ella 2) við ongum stuðlum og síðunum sýldum
saman í hornunum (mynd 8 a og á).
Síðurnar á lokinum ganga beint upp og eru sýldar í