Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 46

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 46
52 Føroyski leypurin LEYPANØ VN Her eru nevnd nøvnini á teim ymissu leypunum. Leyp« arnir eru nevndir eftir eginleikum sínum og øðrum um= støðum: 1) eftir nýtslu leypanna, sum er størsti bólkurin, 38 nøvn, 2) eftir stødd, 18 nøvn, 3) eftir gerð og sniði, 7 nøvn og 4) eftir líkskapi við aðrar lutir, 3 nøvn. Summir leypar bera fleiri nøvn, eftir tí teir verða nýttir til, sí t.d. byrðarleypur. Og tað ber til at hugsa sær enn fleiri nøvn eftir nýtslu leypsins, tí hann hevur verið nýttur til alt handa slag. Men viðvíkjandi nøvnunum, her eru nevnd, er at viðmerkja, at tey eru givin høvundi* num (annaðhvørt sum svar uppá spurnarbløð, ella á annan hátt) sum nøvn á leypum. Eitt undantak er tó, tað er eggjakoppur, hetta orðið verður meira nýtt sum tiltak um leyp, enn sum leypanavn. Tó sigst tað at vera leypa* navn suðuri í Dali. Flestu nøvnini eru samansett við leypi sum seinna liði. Við hesar samansetingar eru ikki viðmerkt kyn og bending, tað er bert gjørt undir orðinum leypur ósamansettum. Við samansetingum av fimtingi, kannubæra, skeppu og tunnu, eru hesi orð høvuðsuppslagsorð. Byrðarleypur. «En firkantet kurv af fyrretræ, som man alene bruger at bære noget pá ryggen udi» (L.F.) — Hetta er vanligasti leypurin, navnið sigur tað eisini: leypur at bera byrði í. Verður ofta nevndur mótsettur tøðleypi sum øðrum høvuðsleypi. Men hesin leypur hev* ur mong onnur nøvn, eftir tí hann verður nýttur til; so sigur ein frásøgumaður (svar upp á spurnarblað): « . . . leypanøvn, . . . tey eru mong eftir tí, leyparnir verða nýttir til, t. d. fiska*, tara»=, epla*, seiða<=, grinda* og út? róðrarleypur o. s.fr.; men alt vóru somu byrðarleyparnir.» (Mv.). Doktaraleypur. Lokaleypur, sum doktari hevði viðføri í, tá ið hann ferðaðist.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.