Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 46
52
Føroyski leypurin
LEYPANØ VN
Her eru nevnd nøvnini á teim ymissu leypunum. Leyp«
arnir eru nevndir eftir eginleikum sínum og øðrum um=
støðum: 1) eftir nýtslu leypanna, sum er størsti bólkurin,
38 nøvn, 2) eftir stødd, 18 nøvn, 3) eftir gerð og sniði,
7 nøvn og 4) eftir líkskapi við aðrar lutir, 3 nøvn.
Summir leypar bera fleiri nøvn, eftir tí teir verða nýttir
til, sí t.d. byrðarleypur. Og tað ber til at hugsa sær
enn fleiri nøvn eftir nýtslu leypsins, tí hann hevur verið
nýttur til alt handa slag. Men viðvíkjandi nøvnunum,
her eru nevnd, er at viðmerkja, at tey eru givin høvundi*
num (annaðhvørt sum svar uppá spurnarbløð, ella á annan
hátt) sum nøvn á leypum. Eitt undantak er tó, tað er
eggjakoppur, hetta orðið verður meira nýtt sum tiltak
um leyp, enn sum leypanavn. Tó sigst tað at vera leypa*
navn suðuri í Dali.
Flestu nøvnini eru samansett við leypi sum seinna liði.
Við hesar samansetingar eru ikki viðmerkt kyn og bending,
tað er bert gjørt undir orðinum leypur ósamansettum.
Við samansetingum av fimtingi, kannubæra, skeppu
og tunnu, eru hesi orð høvuðsuppslagsorð.
Byrðarleypur. «En firkantet kurv af fyrretræ, som man
alene bruger at bære noget pá ryggen udi» (L.F.) —
Hetta er vanligasti leypurin, navnið sigur tað eisini:
leypur at bera byrði í. Verður ofta nevndur mótsettur
tøðleypi sum øðrum høvuðsleypi. Men hesin leypur hev*
ur mong onnur nøvn, eftir tí hann verður nýttur til; so
sigur ein frásøgumaður (svar upp á spurnarblað): « . . .
leypanøvn, . . . tey eru mong eftir tí, leyparnir verða
nýttir til, t. d. fiska*, tara»=, epla*, seiða<=, grinda* og út?
róðrarleypur o. s.fr.; men alt vóru somu byrðarleyparnir.»
(Mv.).
Doktaraleypur. Lokaleypur, sum doktari hevði viðføri
í, tá ið hann ferðaðist.