Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 50
56
Føroyski leypurin
Mj ølleypur. «Tættleypur at bera í mjøl av mylluni. Stødd
o. u. 8 kannubærar» (E.). «At bera kornið á og mjølið
av mylluni. Ikki so heilt lítil, ið hvussu er fjórðungs*
leypur» (G.).
Nótaleypur. Var størri enn byrðarleypur, 4*rimaður.
Brúktur við nótakast sum mál at mála partarnar við, sum
hvør skuldi hava (T.). — Eisini kent í Hovi.
Prestleypur. Lokaleypur, ferðarleypur hjá presti.Ásumm*
um var rúm í lokinum at lata upp niðureftir, har lá
kragin.
Reiðrarleypur. «Kurv, som hænges pá heste for at bære
byrde. —» (L. F.).
Rimaleypur. Leypur við rimum, mótsett tættleypur.
Rossleypur. Leypur at reiða við (mynd 4b). «Hestekurv,
kurv som bæres af heste i kløv til førsel af gødning el.
hø» (L. F.).
Ryggbøra f. (u; ur) = grótleypur, mótsett stangarbøra,
sum tvey bera ímillum sín (Skv.).
Seiðabergsleypur. Leypur at hava á seiðabergi.
Seiðaleypur. — í flestum støðum tættleypur; annars
lítið glopp í millum rima.
Setingarleypur1. Hestmenn skóru torv í Skopun og førdu
tað heim í báti. «Teir seinastu leyparnir, ið bornir vóru
í bátin, vórðu ikki stoyttir, men lógu klárir at bólta fyri
borð, um nakað gjørdist at. Hesir leyparnir vórðu róptir
setingarleypar» (Poulsen 1947).
Setingarleypur2. Ein pinkalítil leypur, sum summir menn
vóru vanir at hava á veltuni at seta burturúr, tá ið teir
settu niður epli (Sko., Skv.).
Sílaleypur. Lítil leypur, tók o.u. fjórðing, sum verður
nýttur, tá ið menn fara í áir (t.e. fara á vøtnini) at fiska
síl (G., Mv.).
Skarðaleypur. Brúktur í gamlari tíð at fara til handils
við til Bíggjar. Hvussu hann var, tættur ella rimaður,
visti frásøgumaðurin ikki. Skarðaleypur æt hann, av tí at
farið var við honum oman um Skarð oman til Bíggjar (G.).