Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 50

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 50
56 Føroyski leypurin Mj ølleypur. «Tættleypur at bera í mjøl av mylluni. Stødd o. u. 8 kannubærar» (E.). «At bera kornið á og mjølið av mylluni. Ikki so heilt lítil, ið hvussu er fjórðungs* leypur» (G.). Nótaleypur. Var størri enn byrðarleypur, 4*rimaður. Brúktur við nótakast sum mál at mála partarnar við, sum hvør skuldi hava (T.). — Eisini kent í Hovi. Prestleypur. Lokaleypur, ferðarleypur hjá presti.Ásumm* um var rúm í lokinum at lata upp niðureftir, har lá kragin. Reiðrarleypur. «Kurv, som hænges pá heste for at bære byrde. —» (L. F.). Rimaleypur. Leypur við rimum, mótsett tættleypur. Rossleypur. Leypur at reiða við (mynd 4b). «Hestekurv, kurv som bæres af heste i kløv til førsel af gødning el. hø» (L. F.). Ryggbøra f. (u; ur) = grótleypur, mótsett stangarbøra, sum tvey bera ímillum sín (Skv.). Seiðabergsleypur. Leypur at hava á seiðabergi. Seiðaleypur. — í flestum støðum tættleypur; annars lítið glopp í millum rima. Setingarleypur1. Hestmenn skóru torv í Skopun og førdu tað heim í báti. «Teir seinastu leyparnir, ið bornir vóru í bátin, vórðu ikki stoyttir, men lógu klárir at bólta fyri borð, um nakað gjørdist at. Hesir leyparnir vórðu róptir setingarleypar» (Poulsen 1947). Setingarleypur2. Ein pinkalítil leypur, sum summir menn vóru vanir at hava á veltuni at seta burturúr, tá ið teir settu niður epli (Sko., Skv.). Sílaleypur. Lítil leypur, tók o.u. fjórðing, sum verður nýttur, tá ið menn fara í áir (t.e. fara á vøtnini) at fiska síl (G., Mv.). Skarðaleypur. Brúktur í gamlari tíð at fara til handils við til Bíggjar. Hvussu hann var, tættur ella rimaður, visti frásøgumaðurin ikki. Skarðaleypur æt hann, av tí at farið var við honum oman um Skarð oman til Bíggjar (G.).

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.