Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 51

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 51
Føroyski leypurin 57 Skeppa f. (u; ur). Leypanøvn í samanseting við skeppu: Fimm*skeppuleypur (Hoy.). Skeppuleypur. Kendur í fleiri bygdum runt um í Føroyum. Smíðaleypur. Lokaleypur sum báta* og húsasmiðir høvdu amboðini í, við lási (G., Ei., KL); tættleypur men við ongum loki, men slá á síðuni innan at seta høggujørn og sovorðið í (T., Skv.‘ Da., He.). Smørleypur. «Smørløb, smørkurv; «ilt er at binda svangan hund við smørleyp»» (L. F.). Taraleypur. Stórur leypur til at bera í ferskan tara í tarakøstin; vanligur byrðarleypur el. størri (Hú., Hv., N., Mv., Skv.). Tarvaleypur. Tað var størsti leypur, sum var at fáa, vanliga varð hálvtunnuleypur nýttur til tess. Tann sum hevði tarvin, honum lá ikki á at hava hoyggj til hans» ara, men hann skuldi ganga í húsini at fáa tað hoyggj, hvør skuldi lata. Teir vissu skuldu lata, hvørjir sín dagin. Hann hevði tí stóran leyp, at honum ikki skuldi nýtast at ganga runt meira enn eina ferð um dagin (Gj.). Tóleypur el. tólleypur. Hevur fyrr verið brúktur til at spinna burturúr. Var ikki altíð tættleypur, men lættur leypur og ikki stórur (G.). Leypur til at hava ull í, tættur (Mv.); = tættleypur, orðið tættleypur verður ikki van« liga nýtt (Skv.); tóleypur var tað gamla navnið, tættleypur er ikki komið fyrr enn seinni (Da.); báta« og húsasmiðir nýttu tóleyp til amboðini (He., Kv., Skv.). (Sí smíða* leypur). Torvleypur. Byrðarleypur verður nýttur til torvleyp (He., T.). Eingin serligur leypur, allir leypar kunnu vera torv» leypar, eingin serlig stødd, tað velst um, hvat maðurin vil leggja á seg (He., Við.); navnið gongur meira uppá innihaldið, t. e.:torvleypur = ley pur av torvi (Mv., Sd.). Trífjórðungsleypur. Leypur sum tekur 3/i av tunnu. Varð ofta nýttur til at bera hoyggj í. (Skv.). (Sí tunna!). Tunna. f. (u; ur). Leypanøvn í samanseting við tunnu: 5

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.