Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 51
Føroyski leypurin
57
Skeppa f. (u; ur). Leypanøvn í samanseting við skeppu:
Fimm*skeppuleypur (Hoy.).
Skeppuleypur. Kendur í fleiri bygdum runt um í
Føroyum.
Smíðaleypur. Lokaleypur sum báta* og húsasmiðir høvdu
amboðini í, við lási (G., Ei., KL); tættleypur men við
ongum loki, men slá á síðuni innan at seta høggujørn
og sovorðið í (T., Skv.‘ Da., He.).
Smørleypur. «Smørløb, smørkurv; «ilt er at binda svangan
hund við smørleyp»» (L. F.).
Taraleypur. Stórur leypur til at bera í ferskan tara í
tarakøstin; vanligur byrðarleypur el. størri (Hú., Hv., N.,
Mv., Skv.).
Tarvaleypur. Tað var størsti leypur, sum var at fáa,
vanliga varð hálvtunnuleypur nýttur til tess. Tann sum
hevði tarvin, honum lá ikki á at hava hoyggj til hans»
ara, men hann skuldi ganga í húsini at fáa tað hoyggj,
hvør skuldi lata. Teir vissu skuldu lata, hvørjir sín dagin.
Hann hevði tí stóran leyp, at honum ikki skuldi nýtast
at ganga runt meira enn eina ferð um dagin (Gj.).
Tóleypur el. tólleypur. Hevur fyrr verið brúktur til at
spinna burturúr. Var ikki altíð tættleypur, men lættur
leypur og ikki stórur (G.). Leypur til at hava ull í, tættur
(Mv.); = tættleypur, orðið tættleypur verður ikki van«
liga nýtt (Skv.); tóleypur var tað gamla navnið, tættleypur
er ikki komið fyrr enn seinni (Da.); báta« og húsasmiðir
nýttu tóleyp til amboðini (He., Kv., Skv.). (Sí smíða*
leypur).
Torvleypur. Byrðarleypur verður nýttur til torvleyp (He.,
T.). Eingin serligur leypur, allir leypar kunnu vera torv»
leypar, eingin serlig stødd, tað velst um, hvat maðurin
vil leggja á seg (He., Við.); navnið gongur meira uppá
innihaldið, t. e.:torvleypur = ley pur av torvi (Mv., Sd.).
Trífjórðungsleypur. Leypur sum tekur 3/i av tunnu.
Varð ofta nýttur til at bera hoyggj í. (Skv.). (Sí tunna!).
Tunna. f. (u; ur). Leypanøvn í samanseting við tunnu:
5