Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 52
58
Føroyski leypurin
Hálvtunnuleypur. Sama støddsumbyrðarleypur(Kv.);
stórur byrðarleypur (Skv.); «størsti leypur í húsinum*
(Gj.). Tunnuleypur. «Eina ferð hoyrdi eg gamlan mann
nevna tunnuleyp» (He.); tunnuleypur var í «Tofta*
húsi», hevði 5 rimar (Mv.). Sum partur av tunnu eru har
afturat nevndir hesir leypar: hálvfjórðungsí, fjórðungs= og
tríTjórðungsleypur (sí hesi orð).
Tvagleypur = landleypur. (Hv., Svk., Ho.).
Tættleypur. Navnið man ikki vera gamalt, og tættur
leypur at bera tøð í og torv og annað er eisini nakað
nýtt. I mongum støðum hava tey nýtt orðið tóleypur
fyri tættan leyp. (Sí tóleypur). Eitt dømi, av fleiri,
um hvussu sjaldsamur tættleypur er: «Veit bara um ein
tættleyp her í bygdini, og verður hann brúktur til am<
boð» (Ská.).
Tøðleypur. Er minni enn byrðarleypur, og verður ofta
nevndur mótsettur honum. Smáir byrðarleypar verða
eisini nýttir til at bera tøð í. Fyrr var tøðleypur altíð
ótættur og er tað í summum bygdum enn, t. d. í Gása*
dali. Men í flestu bygdum eru nú bæði ótættir og tættir
tøðleypar, og tættleypurin troðkar alt meira hin burtur,
so nú verða í mongum bygdum, t. d. í Tórshavn og við
Gjógv, tøðini borin bert í tøttum leypi1). Tøðleypur
við frammsíðuni tættari, men hinum rimaðum er kendur
í summum bygdum. Tøðleyparnir í Gásadali hava leysan
botn at loypa við, eins og rossleypur. Viðhvørt brúka
teir ein rossleyp, men eisini hava teir tílíkar stak leypar
til at bera tøð í; knarvin er á síðuni á leypinum, so
maðurin røkkur at loysa hann og loypa tøðini. 1 summ<
um øðrum bygdum (t. d. Ve., Hó., No., Koll.) hevur
hesin leypurin verið nýttur og verður fyri ein part nýttur
enn at bera tøð í.
Ullarleypur. Navnið kent í Skúvoy og á Viðareiði, Dali
*) Nú sært tú vanliga tøðleypar, har síðurnar eru krossviður negldur
uttan á stuðlarnar. Og mær er sagt, at í Klakksvík og summum øðrum
bygdum i Norðuroyum og aðrar staðir bera menn nú tøð í sinkleypi.