Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 52

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 52
58 Føroyski leypurin Hálvtunnuleypur. Sama støddsumbyrðarleypur(Kv.); stórur byrðarleypur (Skv.); «størsti leypur í húsinum* (Gj.). Tunnuleypur. «Eina ferð hoyrdi eg gamlan mann nevna tunnuleyp» (He.); tunnuleypur var í «Tofta* húsi», hevði 5 rimar (Mv.). Sum partur av tunnu eru har afturat nevndir hesir leypar: hálvfjórðungsí, fjórðungs= og tríTjórðungsleypur (sí hesi orð). Tvagleypur = landleypur. (Hv., Svk., Ho.). Tættleypur. Navnið man ikki vera gamalt, og tættur leypur at bera tøð í og torv og annað er eisini nakað nýtt. I mongum støðum hava tey nýtt orðið tóleypur fyri tættan leyp. (Sí tóleypur). Eitt dømi, av fleiri, um hvussu sjaldsamur tættleypur er: «Veit bara um ein tættleyp her í bygdini, og verður hann brúktur til am< boð» (Ská.). Tøðleypur. Er minni enn byrðarleypur, og verður ofta nevndur mótsettur honum. Smáir byrðarleypar verða eisini nýttir til at bera tøð í. Fyrr var tøðleypur altíð ótættur og er tað í summum bygdum enn, t. d. í Gása* dali. Men í flestu bygdum eru nú bæði ótættir og tættir tøðleypar, og tættleypurin troðkar alt meira hin burtur, so nú verða í mongum bygdum, t. d. í Tórshavn og við Gjógv, tøðini borin bert í tøttum leypi1). Tøðleypur við frammsíðuni tættari, men hinum rimaðum er kendur í summum bygdum. Tøðleyparnir í Gásadali hava leysan botn at loypa við, eins og rossleypur. Viðhvørt brúka teir ein rossleyp, men eisini hava teir tílíkar stak leypar til at bera tøð í; knarvin er á síðuni á leypinum, so maðurin røkkur at loysa hann og loypa tøðini. 1 summ< um øðrum bygdum (t. d. Ve., Hó., No., Koll.) hevur hesin leypurin verið nýttur og verður fyri ein part nýttur enn at bera tøð í. Ullarleypur. Navnið kent í Skúvoy og á Viðareiði, Dali *) Nú sært tú vanliga tøðleypar, har síðurnar eru krossviður negldur uttan á stuðlarnar. Og mær er sagt, at í Klakksvík og summum øðrum bygdum i Norðuroyum og aðrar staðir bera menn nú tøð í sinkleypi.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.