Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 56

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 56
62 Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum Fitisteinur. Hetta steinslag, sum í Føroyum er nevnt fitisteinur ella í vissum førum grøðisteinur, er ljósagrønt, myrka* grønt ella blátt, tætt talkskifur. Tað er feitt og seigt, lætt at telgja og saga og so bleytt, at tað er skøvandi við negl. Syngur ikki í tí, tá ið sligið verður á tað við hamari, men hamarsmerki standa eftir. Stendur ímóti øllum veðri og er eldfast. Hetta steinslag nevndu teir á fornmálinum tálgugrjót ella tálgusteinn. Norðbúgvarnir í Grønlandi søgdu helst «telgistein», tí Bárðarson1 skrivar soleiðis: thellieí steen. I Hetlandi æt tað kleber, kleberg9; á norskum máli klebersten, donskum vegsten, á týskum Speck*= stein, enskum soapstone, og íslendskum tálgusteinn; men nýliga hevur Kristján Eldjárn, tjóðminjavørður, mælt til har at nýta navnið kleberg5. Navnið grøðisteinur hjá okkum kemur av, at menn hava nýtt fitistein at skava av niður í sár, tí hildið varð, at hann hevði grøðievni. Vit hóma annars av evnislýsingini frammanfyri og nevndu nøvnunum, at tað má vera um steinslag at tala, sum eyð= kent er av síni fiti, er bleytt og væl telgjandi og umframt má hava dugað til kókingarílát, grýtur. Tað kann ongan undra, at menn ógviliga tíðliga í tíðini eru farnir at evna hetta sjáldsama tilfar til mangt. í Noregi vita teir um, at steinaldarmenn nýttu fitistein, til hamarar og øxir; og Norðmenn hava nýtt hann allar tíðir síðan, tó, sum tað tykist, mest í víkingaøld og í miðøld. Haðan hevur stórur útfluttningur verið av hesum lutum. Fyrst og fremst fitisteinsgrýtur vórðu sendar frá framleiðslu* støðunum lidnar ella fram undir lidnar bæði til innanlendis og uttanlendis nýtslustøð. Teir hava í Noregi funnið fleiri stór, forn fitisteinsnám; haðan eru grýtur fluttar út til lond, sum einki eiga av hesum tilfari. Fitisteinsgripir okkara eru helst eisini komnir úr Noregi,

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.