Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 56
62
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
Fitisteinur.
Hetta steinslag, sum í Føroyum er nevnt fitisteinur
ella í vissum førum grøðisteinur, er ljósagrønt, myrka*
grønt ella blátt, tætt talkskifur. Tað er feitt og seigt, lætt
at telgja og saga og so bleytt, at tað er skøvandi við negl.
Syngur ikki í tí, tá ið sligið verður á tað við hamari, men
hamarsmerki standa eftir. Stendur ímóti øllum veðri og er
eldfast.
Hetta steinslag nevndu teir á fornmálinum tálgugrjót
ella tálgusteinn. Norðbúgvarnir í Grønlandi søgdu
helst «telgistein», tí Bárðarson1 skrivar soleiðis: thellieí
steen. I Hetlandi æt tað kleber, kleberg9; á norskum
máli klebersten, donskum vegsten, á týskum Speck*=
stein, enskum soapstone, og íslendskum tálgusteinn;
men nýliga hevur Kristján Eldjárn, tjóðminjavørður, mælt
til har at nýta navnið kleberg5.
Navnið grøðisteinur hjá okkum kemur av, at menn
hava nýtt fitistein at skava av niður í sár, tí hildið varð,
at hann hevði grøðievni.
Vit hóma annars av evnislýsingini frammanfyri og nevndu
nøvnunum, at tað má vera um steinslag at tala, sum eyð=
kent er av síni fiti, er bleytt og væl telgjandi og umframt
má hava dugað til kókingarílát, grýtur.
Tað kann ongan undra, at menn ógviliga tíðliga í tíðini
eru farnir at evna hetta sjáldsama tilfar til mangt. í Noregi
vita teir um, at steinaldarmenn nýttu fitistein, til hamarar
og øxir; og Norðmenn hava nýtt hann allar tíðir síðan,
tó, sum tað tykist, mest í víkingaøld og í miðøld.
Haðan hevur stórur útfluttningur verið av hesum lutum.
Fyrst og fremst fitisteinsgrýtur vórðu sendar frá framleiðslu*
støðunum lidnar ella fram undir lidnar bæði til innanlendis
og uttanlendis nýtslustøð. Teir hava í Noregi funnið fleiri
stór, forn fitisteinsnám; haðan eru grýtur fluttar út til
lond, sum einki eiga av hesum tilfari.
Fitisteinsgripir okkara eru helst eisini komnir úr Noregi,