Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 58

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 58
64 Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum evningarhátti og tíð. Summir eru heldur harðir, summir bleytir og mjúkir, summir Ijósari, summir døkkari, (grá)* bláir ella nakað gulligir; summir óvandaliga, summir snøgt evnaðir; summir eru skilliga gjørdir úr íláta* ella øðrum búnýtabrotum, eins og fleiri ferðir sæst, at ílát eru stiftað ella pentað; summir eru í seinni tíðum funnir og tiknir aftur til brúks, annaðhvørt umevnaðir, t. d. stoytingar* formar og grøðisteinar; ella óbroyttir, t. d. rennlar. Meginparturin er brot; helst øll ílátini, einki er enn funnið heilt, men av nøkrum er tó so mikið, at eingin ivi kann vera um upprunaligu útsjónd og gerð teirra. Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum. Hetta tilfar er alt gjøgnumgingið og skipað í talvu og skrá. í talvuni er alt tikið við, men í skránni bara teir av gripunum, sum eftir fundumstøðum og skapi kunna ætlast at tæna endamálinum við hesi grein: tíðarfesting. Hesir gripir eru settir upp eftir teirri røð, teir eru inn* skrivaðir; fyrsta talið er tað nummar, teir hava fingið á søvnunum. Síðan er í stuttum sagt frá fundarstaði og <um< støðum, navni og lýsing gripanna. Nøvnunum viðvíkjandi skal verða viðmerkt, at nýtt er ílát um øll holað búnýti; bara har vissa er fyri nýtslu og sniði er seinri, nýtt grýta ella bolli um størri og smærri kókingarílát. Somuleiðis er í øllum førum skrivað rennil, sum fyrst og fremst um* fatar handsnældurennlar, summir av hesum munna kortini, vegna stødd og tyngd heldur vera krintals= r e n n 1 a r. Umframt vanligastu styttingar eru her nýttar: Su. s.: Suðuroyar sýsla; Sa. s.: Sandoyar sýsla; Vá. s.: Vága sýsla; St. s.: Streymoyar sýsla; Ey. s.: Eysturoyar sýsla; No. s.: Norðuroya sýsla. Føroya Fornminnissavn. Nr. 245. Sandi, Sa. s.: Úr Sands kirkju. Skírnarkar. Fersíðað kar við øllum fýra hornum uttan skorin rund sum

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.