Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 58
64
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
evningarhátti og tíð. Summir eru heldur harðir, summir
bleytir og mjúkir, summir Ijósari, summir døkkari, (grá)*
bláir ella nakað gulligir; summir óvandaliga, summir snøgt
evnaðir; summir eru skilliga gjørdir úr íláta* ella øðrum
búnýtabrotum, eins og fleiri ferðir sæst, at ílát eru stiftað
ella pentað; summir eru í seinni tíðum funnir og tiknir
aftur til brúks, annaðhvørt umevnaðir, t. d. stoytingar*
formar og grøðisteinar; ella óbroyttir, t. d. rennlar.
Meginparturin er brot; helst øll ílátini, einki er enn
funnið heilt, men av nøkrum er tó so mikið, at eingin ivi
kann vera um upprunaligu útsjónd og gerð teirra.
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum.
Hetta tilfar er alt gjøgnumgingið og skipað í talvu og
skrá. í talvuni er alt tikið við, men í skránni bara teir av
gripunum, sum eftir fundumstøðum og skapi kunna ætlast
at tæna endamálinum við hesi grein: tíðarfesting.
Hesir gripir eru settir upp eftir teirri røð, teir eru inn*
skrivaðir; fyrsta talið er tað nummar, teir hava fingið á
søvnunum. Síðan er í stuttum sagt frá fundarstaði og <um<
støðum, navni og lýsing gripanna. Nøvnunum viðvíkjandi
skal verða viðmerkt, at nýtt er ílát um øll holað búnýti;
bara har vissa er fyri nýtslu og sniði er seinri, nýtt grýta
ella bolli um størri og smærri kókingarílát. Somuleiðis er
í øllum førum skrivað rennil, sum fyrst og fremst um*
fatar handsnældurennlar, summir av hesum munna
kortini, vegna stødd og tyngd heldur vera krintals=
r e n n 1 a r.
Umframt vanligastu styttingar eru her nýttar: Su. s.:
Suðuroyar sýsla; Sa. s.: Sandoyar sýsla; Vá. s.: Vága sýsla;
St. s.: Streymoyar sýsla; Ey. s.: Eysturoyar sýsla; No. s.:
Norðuroya sýsla.
Føroya Fornminnissavn.
Nr. 245. Sandi, Sa. s.: Úr Sands kirkju. Skírnarkar.
Fersíðað kar við øllum fýra hornum uttan skorin rund sum