Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 71

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 71
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum 77 Norskir fornfrøðingar serliga Jan Pefersen1314 og Sigurd Grieg6 eru samdir um, at tey norsku fitistcinsnámini, har teir finna bolla* og skaftgrýtaevni enn standandi í berg= inum við bølluta botninum úteftir — men aldri kør við miðaldareyðkennum — eru úr víkingaøld. Úr slíkum námum eru í víkingaøld grýtur fluttar út t.d. til Danmarkar12 og til íslands5. Kr. Eldjárn5 hevur tíðarfest allar íslendsku bollarnar og skaftagrýturnar, summar av fundumstøðum (f. í heidnum kumlum) summar eftir skapi gripanna, til víkingaøld. Alt samandrigið ber á tað borð, at eisini "bollavaxnu ílát okkara og skaftgrýtubrot, bæði tey her umfarnu, og øll hini við sama sniði, eru úr víkingaøld, tíðarskeiðið 800-1000. 2. Flatbotnaðu ílátini við meira og minni reystum síðum eru serliga: nr. 373, 2467, 3544 f. 1; Kaldbak nr. 6; og Kirkjubø nr. 13, hetta seinast nevnda er harafturat ferhyrnt. Tey flestu eru smá, so nýtsla teirra er ikki heilt viss; tó eru summi ímut uttan. Kaldbak 6, er grýta við fer* hyrntum áføstum oyra út frá tromini; hetta er miðaldar^ eyðkenni. Nr. 373 er framúr tunnveggjað ílát við fløtum botni; ikki fult so tunnveggjað, men flatbotnað er nr. 3544 f. 1: bæði hava rættar síður. ílát við sovorðnum sniði eru ókend í víkingaøld, men vanlig í býarfundum í miðøld7. Rennlar (2. mynd). Meira og minni árundir eru, sum mátini vísa, nr.: 715, 2497, 3500 d, 1, 4, 5, 7, 8, 9, 10, 12, 14, 22, 23; 3540 a og b; 3544 d, 1, 5, 7; 3566 c; Kirkjubø nr. 16, 21. Bunguvaxnir eru: 3500d, 18: 3532 d; 3544d, 4. Flatir báðumegin, nr. 3500 d, 2, 3, 6, 13, 16, 19; 3544 d, 8; Kirkjubø 17. Toppvaxin nr. 3581 d. Bara teir sum hava óivasamt snið eru tiknir við her. Vit síggja, at teir árundu rennlarnir eru flestir, næst teimum komu teir fløtu báðumegin. í Noregi14 eru teir nógv flestu fitisteinsrennlar í víkinga* øld flatir undir niðan, meira og minni árundir omaná, við

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.