Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 71
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
77
Norskir fornfrøðingar serliga Jan Pefersen1314 og Sigurd
Grieg6 eru samdir um, at tey norsku fitistcinsnámini, har
teir finna bolla* og skaftgrýtaevni enn standandi í berg=
inum við bølluta botninum úteftir — men aldri kør við
miðaldareyðkennum — eru úr víkingaøld.
Úr slíkum námum eru í víkingaøld grýtur fluttar út t.d.
til Danmarkar12 og til íslands5.
Kr. Eldjárn5 hevur tíðarfest allar íslendsku bollarnar og
skaftagrýturnar, summar av fundumstøðum (f. í heidnum
kumlum) summar eftir skapi gripanna, til víkingaøld.
Alt samandrigið ber á tað borð, at eisini "bollavaxnu
ílát okkara og skaftgrýtubrot, bæði tey her umfarnu, og
øll hini við sama sniði, eru úr víkingaøld, tíðarskeiðið
800-1000.
2. Flatbotnaðu ílátini við meira og minni reystum síðum
eru serliga: nr. 373, 2467, 3544 f. 1; Kaldbak nr. 6; og
Kirkjubø nr. 13, hetta seinast nevnda er harafturat ferhyrnt.
Tey flestu eru smá, so nýtsla teirra er ikki heilt viss;
tó eru summi ímut uttan. Kaldbak 6, er grýta við fer*
hyrntum áføstum oyra út frá tromini; hetta er miðaldar^
eyðkenni. Nr. 373 er framúr tunnveggjað ílát við fløtum
botni; ikki fult so tunnveggjað, men flatbotnað er nr. 3544
f. 1: bæði hava rættar síður.
ílát við sovorðnum sniði eru ókend í víkingaøld, men
vanlig í býarfundum í miðøld7.
Rennlar (2. mynd). Meira og minni árundir eru, sum
mátini vísa, nr.: 715, 2497, 3500 d, 1, 4, 5, 7, 8, 9, 10, 12,
14, 22, 23; 3540 a og b; 3544 d, 1, 5, 7; 3566 c; Kirkjubø
nr. 16, 21. Bunguvaxnir eru: 3500d, 18: 3532 d; 3544d, 4.
Flatir báðumegin, nr. 3500 d, 2, 3, 6, 13, 16, 19; 3544 d,
8; Kirkjubø 17. Toppvaxin nr. 3581 d. Bara teir sum hava
óivasamt snið eru tiknir við her.
Vit síggja, at teir árundu rennlarnir eru flestir, næst
teimum komu teir fløtu báðumegin.
í Noregi14 eru teir nógv flestu fitisteinsrennlar í víkinga*
øld flatir undir niðan, meira og minni árundir omaná, við