Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 72

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 72
78 Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum størsta tvørmáti um fótin. Onnur snið, sum eisini kend eru í øldum frammanundan, koma fyri, serliga nakrir sum eyðkendir eru við at vera breiðastir eitt sindur omanfyri fótin, sbr. okkara nr. 3500 d 18 og 3544 d 4 (2. mynd). Norskir rennlar í eldri jarnøld eru vanliga prýddir; í víkingaøld sjáldan uttan sum okkara við klingrum um eygað og smáskorum út frá tí og á rondini. 5. mynd. Grýtá nr. 3544 f 5. — Soapstone cooking vessel. Høvuðsmátini á norsku, íslendsku og føroysku eru tey somu. Einstakir okkara hava eins og íslendsku5 hak í rondini: 3500 d. 4 og 18, ella hol í breiðsíðuni tætt við rondina, 2469, (til tógvið?). Lætt er ikki við so vanligum amboðum sum rennlum at seta tíðarmark upp í tíðina, sniðini kunna hava hildið sær leingi; men samanborið við tað sum sagt er um norskar rennlar, so vísa óivað eisini hesir hjá okkum, fram um alt teir bunguvaxnu og fyri ein part teir árundu, til víkingaøld. Teir fløtu kunna vera frá øllum tíðarskeiðum; í hesum viðfangi skal verða bent á, at í toftini í Kaldbak, sum av øðrum grundum má vera úr miðøld, eru allir rennlarnir flatir.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.