Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 72
78
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
størsta tvørmáti um fótin. Onnur snið, sum eisini kend
eru í øldum frammanundan, koma fyri, serliga nakrir sum
eyðkendir eru við at vera breiðastir eitt sindur omanfyri
fótin, sbr. okkara nr. 3500 d 18 og 3544 d 4 (2. mynd).
Norskir rennlar í eldri jarnøld eru vanliga prýddir; í
víkingaøld sjáldan uttan sum okkara við klingrum um
eygað og smáskorum út frá tí og á rondini.
5. mynd. Grýtá nr. 3544 f 5. — Soapstone cooking vessel.
Høvuðsmátini á norsku, íslendsku og føroysku eru tey
somu.
Einstakir okkara hava eins og íslendsku5 hak í rondini:
3500 d. 4 og 18, ella hol í breiðsíðuni tætt við rondina,
2469, (til tógvið?).
Lætt er ikki við so vanligum amboðum sum rennlum at
seta tíðarmark upp í tíðina, sniðini kunna hava hildið sær
leingi; men samanborið við tað sum sagt er um norskar
rennlar, so vísa óivað eisini hesir hjá okkum, fram um alt
teir bunguvaxnu og fyri ein part teir árundu, til víkingaøld.
Teir fløtu kunna vera frá øllum tíðarskeiðum; í hesum
viðfangi skal verða bent á, at í toftini í Kaldbak, sum av
øðrum grundum má vera úr miðøld, eru allir rennlarnir
flatir.