Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 73

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 73
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum 79 Kolur. (7. mynd). Her eru bara tvey dømi: Kirkjubø 4 og Kaldbak 7. Báðar hesar eru ferhyrntar við hjólaðum statti, og eru úr miðøld7. Eingin fitisteinshalakola er funnin enn, tað vit vita; hetta er løgið, tá vit hava í huga, hvussu vanligar kolurnar úr royðugróti eru, og hvussu stór fitisteinsnýtslan annars tykist hava verið. Vaðsteinar. (6. mynd). Kirkjubø 11 og 12 hava eitt hol við foyru í øðrum enda, allir hinir: nr. 2103, 2137, 3500s, hava hol í báðum endum eftir miðlinjuni á breið= síðuni, men ongar umgangandi longdar* ella tvørfoyrur, eins og allir teir úr malargróti, eisini í hesum fundum, hava. Nr. 2103 og 2137 hava tó haft foyru frá eygunum upp um endan. í Noreg koma fyri í víkingaøld vaðsteinar við einum holi í øðrum enda og sniði nakað sum okkara, Kirkjubø nr. 11 og 12, og nr. 2103, men vit vilja serliga hyggja at hinum við holi í báðum endum. Av hesum slagi eru 7 norskir. Teirra nr. C 17495 frá Vestfold og okkara 2137 minna um bátar við rundsneiddum stevnum, flatir øðru« megin, høgt árundir hinumegin, so tvørskurðurin verður sum hálvkúla. Tann norski er tíðarfestur til seinast í 800 árunum14. B 2929 frá Vestlandinum og okkara 3500 s, eru egg= klingrutir við ávalum tvørskurði, og sum á hinum framm» anundan nevndu eru endarnir avkubbaðir. Norski vað» steinurin er við rúnarinnriti tíðarfestur til seinra helming av 600 árunum 14. Tann yngsti av hesum 7 norsku, St. 4750 úr Rogalandi, er eftir rúnainnriti settur til o. u. 105014; men hesin er tó bøllutari enn allir hinir. Her kann eingin ivi vera, eisini okkara fitisteinsvað» steinar eru úr víkingaøld. Skírnarkør (1. mynd). Flest øll eru funnin í kirkju» gørðum elle eru komin úr kirkjum.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.