Fróðskaparrit - 01.01.1955, Qupperneq 73
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
79
Kolur. (7. mynd). Her eru bara tvey dømi: Kirkjubø
4 og Kaldbak 7.
Báðar hesar eru ferhyrntar við hjólaðum statti, og eru
úr miðøld7.
Eingin fitisteinshalakola er funnin enn, tað vit vita; hetta
er løgið, tá vit hava í huga, hvussu vanligar kolurnar úr
royðugróti eru, og hvussu stór fitisteinsnýtslan annars
tykist hava verið.
Vaðsteinar. (6. mynd). Kirkjubø 11 og 12 hava eitt
hol við foyru í øðrum enda, allir hinir: nr. 2103, 2137,
3500s, hava hol í báðum endum eftir miðlinjuni á breið=
síðuni, men ongar umgangandi longdar* ella tvørfoyrur,
eins og allir teir úr malargróti, eisini í hesum fundum, hava.
Nr. 2103 og 2137 hava tó haft foyru frá eygunum upp um
endan.
í Noreg koma fyri í víkingaøld vaðsteinar við einum
holi í øðrum enda og sniði nakað sum okkara, Kirkjubø
nr. 11 og 12, og nr. 2103, men vit vilja serliga hyggja at
hinum við holi í báðum endum. Av hesum slagi eru 7
norskir. Teirra nr. C 17495 frá Vestfold og okkara 2137
minna um bátar við rundsneiddum stevnum, flatir øðru«
megin, høgt árundir hinumegin, so tvørskurðurin verður
sum hálvkúla. Tann norski er tíðarfestur til seinast í 800
árunum14.
B 2929 frá Vestlandinum og okkara 3500 s, eru egg=
klingrutir við ávalum tvørskurði, og sum á hinum framm»
anundan nevndu eru endarnir avkubbaðir. Norski vað»
steinurin er við rúnarinnriti tíðarfestur til seinra helming
av 600 árunum 14.
Tann yngsti av hesum 7 norsku, St. 4750 úr Rogalandi,
er eftir rúnainnriti settur til o. u. 105014; men hesin er tó
bøllutari enn allir hinir.
Her kann eingin ivi vera, eisini okkara fitisteinsvað»
steinar eru úr víkingaøld.
Skírnarkør (1. mynd). Flest øll eru funnin í kirkju»
gørðum elle eru komin úr kirkjum.