Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 79
Um giktsjúkur
í einari føroyskari bygd.
(An Investigation into Rheumatic disorders in a Faroese Village).
Eftir R. K. Rasmussen*).
Henda ritgerð er ein lítil roynd til at kanna útbreiðslu
giktsjúkunnar í Føroyum.
Tað hevði verið ynskjandi, til at fáa uppgerðina so álít=
andi sum gjørligt, at alt tað økið, sum søkti til lækna á
Eiði, — o. u. 2300 íbúgvar — kom undir rannsóknina. Hetta
bar tíverri ikki til. Bert ein lítil partur kundi koma undir
hesa kanning, og til tess varð vald bygdin M., sum eftir
tí, ið ætlast kundi, ikki hevði nakra serstøða giktsjúku
viðvíkjandi.
Føroyar liggja sum kunnugt í Norður=atlantshavinum.
Tórshavn, høvuðsstaðurin, sum er at kalla mitt í landinum,
er á o. u. 62° norður breidd og 6,45° vestur longd. Árliga
miðalavfallið í hesum býi var í árunum 1876—1915 1461 mm.
I hesum sama tíðarbili var í januar, 28 dagar, meira og
minni regn, og 2 dagar toka í longri og styttri løtur. Tøb
ini fyri juli í sama tíðarbili vóru 19 og 12. í januar var
miðalhitin 3,3° og í juli 10,8(ú. Meðal fyri Tórshavn í langt
tíðarskeið undan 1950 eru 970 sólskinstímar(2).
Bygdin M„ sum varð vald til rannsóknina, er á einum
horni ímillum breitt sund og havið. Fjarstøðan frá næstu
bygd er 5 km. Húsini standa í trunka, men fá eru saman*
bygd. Flestu eru góð hús og rúmlig, tey elstu eru timbur*
') Týtt hevur Jóhannes av Skarði.