Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 79

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 79
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd. (An Investigation into Rheumatic disorders in a Faroese Village). Eftir R. K. Rasmussen*). Henda ritgerð er ein lítil roynd til at kanna útbreiðslu giktsjúkunnar í Føroyum. Tað hevði verið ynskjandi, til at fáa uppgerðina so álít= andi sum gjørligt, at alt tað økið, sum søkti til lækna á Eiði, — o. u. 2300 íbúgvar — kom undir rannsóknina. Hetta bar tíverri ikki til. Bert ein lítil partur kundi koma undir hesa kanning, og til tess varð vald bygdin M., sum eftir tí, ið ætlast kundi, ikki hevði nakra serstøða giktsjúku viðvíkjandi. Føroyar liggja sum kunnugt í Norður=atlantshavinum. Tórshavn, høvuðsstaðurin, sum er at kalla mitt í landinum, er á o. u. 62° norður breidd og 6,45° vestur longd. Árliga miðalavfallið í hesum býi var í árunum 1876—1915 1461 mm. I hesum sama tíðarbili var í januar, 28 dagar, meira og minni regn, og 2 dagar toka í longri og styttri løtur. Tøb ini fyri juli í sama tíðarbili vóru 19 og 12. í januar var miðalhitin 3,3° og í juli 10,8(ú. Meðal fyri Tórshavn í langt tíðarskeið undan 1950 eru 970 sólskinstímar(2). Bygdin M„ sum varð vald til rannsóknina, er á einum horni ímillum breitt sund og havið. Fjarstøðan frá næstu bygd er 5 km. Húsini standa í trunka, men fá eru saman* bygd. Flestu eru góð hús og rúmlig, tey elstu eru timbur* ') Týtt hevur Jóhannes av Skarði.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.