Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 80
86
Um giktsjúkur £ einari føroyskari bygd
hús, men mong av teim nýggjaru eru stoypt úr beton.
Bygdin er fiskimannabygd burturav. Heimaútróðurin hevur
tó lítlan týdning, men seinastu hálvt hundrað árini hevur
fólkið vunnið sær føðina við vár* summar* og heystfiski*
skapi um borð á skipum og trolarum undir íslandi, við
vesturstrond Grønlands og norðan fyri Noreg.
Kanningin fevnir um øll yvir 15 ár, og hon fór fram í
síðstu helvt av februar 1950. Tó vóru sjey av bygdarfólk*
unum ikki spurd og kannað fyrr enn 9. mars. Urslitið varð
sett upp á útfyllingarbløð. Á útfyllingarbløðunum vóru 3
høvuðsspurningar, sum setast skuldu øllum luttakarunum:
I. Hava tygum nakrantíð havt gikt? Var svarið ja: II. Hava
tygum havt gikt fyrr? og III. Hava tygum giktnú?Varð
svarað nei upp á fyrsta spurningin, var kanningin sjálvandi
lokin, um annars einki var, ið avnoktaði hetta svar. Var
svarið ja, varð hildið áfram til II og III. Her verður giktin
býtt sundur í liðagikt og bleytholdsgikt — fyrra deildin
við 9 undirdeildum, seinna við sjey, og í báðum førum
pláss til: «annað slag av liðagikt ella vøddagikt».
Áðrenn farið varð undir arbeiðið, var gingið ígjøgnum
allar upptekningar og sjúkadagbøkur tey seinastu 30 árini
viðvíkjandi bygdafólkinum í M., og allar upplýsingar um
giktsjúku vórðu førdar upp á útfyllingarbløðini; eitt oyðu*
blað var til hvønn luttakara. Arbeiðshátturin var ikki bert
at spyrja, men eisini rannsókn av tí einstaka.
Eftir manntalslistanum vóru í bygdini 205 íbúgvar; av
teimum vóru 65 undir 15 ár og 140 yvir. Ein 76 ára gomul
ikki andaliga fullfør genta, varð ikki tikin við. Men 31 ára
gamal maður, sum júst tá var heima í langari frítíð, kom uppí.
Tólv vóru burturstødd. Rannsóknin kom tá at fevna um 128
fólk — øll yvir 15 ár: 68 mannfólk og 60 konufólk. Hesi,
og tey burturstøddu, skiftust í bólkar, so sum talva I vísir.