Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 80

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 80
86 Um giktsjúkur £ einari føroyskari bygd hús, men mong av teim nýggjaru eru stoypt úr beton. Bygdin er fiskimannabygd burturav. Heimaútróðurin hevur tó lítlan týdning, men seinastu hálvt hundrað árini hevur fólkið vunnið sær føðina við vár* summar* og heystfiski* skapi um borð á skipum og trolarum undir íslandi, við vesturstrond Grønlands og norðan fyri Noreg. Kanningin fevnir um øll yvir 15 ár, og hon fór fram í síðstu helvt av februar 1950. Tó vóru sjey av bygdarfólk* unum ikki spurd og kannað fyrr enn 9. mars. Urslitið varð sett upp á útfyllingarbløð. Á útfyllingarbløðunum vóru 3 høvuðsspurningar, sum setast skuldu øllum luttakarunum: I. Hava tygum nakrantíð havt gikt? Var svarið ja: II. Hava tygum havt gikt fyrr? og III. Hava tygum giktnú?Varð svarað nei upp á fyrsta spurningin, var kanningin sjálvandi lokin, um annars einki var, ið avnoktaði hetta svar. Var svarið ja, varð hildið áfram til II og III. Her verður giktin býtt sundur í liðagikt og bleytholdsgikt — fyrra deildin við 9 undirdeildum, seinna við sjey, og í báðum førum pláss til: «annað slag av liðagikt ella vøddagikt». Áðrenn farið varð undir arbeiðið, var gingið ígjøgnum allar upptekningar og sjúkadagbøkur tey seinastu 30 árini viðvíkjandi bygdafólkinum í M., og allar upplýsingar um giktsjúku vórðu førdar upp á útfyllingarbløðini; eitt oyðu* blað var til hvønn luttakara. Arbeiðshátturin var ikki bert at spyrja, men eisini rannsókn av tí einstaka. Eftir manntalslistanum vóru í bygdini 205 íbúgvar; av teimum vóru 65 undir 15 ár og 140 yvir. Ein 76 ára gomul ikki andaliga fullfør genta, varð ikki tikin við. Men 31 ára gamal maður, sum júst tá var heima í langari frítíð, kom uppí. Tólv vóru burturstødd. Rannsóknin kom tá at fevna um 128 fólk — øll yvir 15 ár: 68 mannfólk og 60 konufólk. Hesi, og tey burturstøddu, skiftust í bólkar, so sum talva I vísir.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.