Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 81

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 81
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd 87 Talva I Tilfarið skipað í aldursbólkar. (Distribution according to age of the population investigated). Aldur (age) 15-19 20-29 30-39 40-49 50-59 60-69 70-79 80- Tils. (total) <? ? <? ? <? ? <? ? <? ? <? ? c? ? <? ? <? ? c?+? Yvir 15 ár (more than 15) 9 2 12 13 11 14 14 8 7 12 13 6 9 6 1 3 76 64 140 Burturstødd (abs. from home) 1 2 2 3 1 2 1 8 4 12 Rannsóknin fevndi um (total population investigated) 8 2 10 11 8 13 12 8 7 11 13 6 9 6 1 3 68 60 128 At fara yvir hvønn aldursbólkin sær við atliti til, hvussu ofta giktin kom fyri, er neyvan til nakað gagn. Tølini eru ov smá, og uppgerðin hevði einki sagt. Giktin er fyrst og fremst í teim eldru og elstu aldursbólkunum. Einki av teim 65 børnunum hevði nakrantíð verið viðgjørt fyri gikt av nøkrum slag — heldur ikki fyri giktfepur. Á talvuni síggja vit, at í M. vóru ellivu á 15—19 ára aldri; tíggju teirra komu upp í rannsóknina, og av teimum hevði bert ein havt gikt. Tað var 19 ára unglingi, sum var lámur. Hann hevði havt gikt í vinstru øksl óg vinstra armi oman fyri alboga. Eisini síggja vit í talvu I, at fyrst og fremst úr yngra bólkinum, á aldri 20—49, vóru burturstødd, men at kalla øll tey eldru og elstu vóru heima, meðan rannsóknin fór fram. Hetta kann møguliga hava økt giktprosentið — men nógv man tað tó neyvan vera. Tey 128, sum eru uppi í hesari rannsókn, búðu í 44 húsum, og bæði tey 12 burturstøddu og 65 børnini vóru úr hesum húsum. Tað búðu tí í M. í februar—mars 1950 í meðal 4,7 fólk í hvørjum húsi. 1 hvørjum húsunum búði eitt og bert eitt húski; tó vóru í summum húsum tvinni hjún: maður og kona og foreldur hansara ella hennara. Svørini upp á 3 høvuðsspurningarnar síggja vit á talvu II.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.