Fróðskaparrit - 01.01.1955, Qupperneq 81
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd
87
Talva I
Tilfarið skipað í aldursbólkar. (Distribution according to age of the
population investigated).
Aldur (age) 15-19 20-29 30-39 40-49 50-59 60-69 70-79 80- Tils. (total)
<? ? <? ? <? ? <? ? <? ? <? ? c? ? <? ? <? ? c?+?
Yvir 15 ár (more than 15) 9 2 12 13 11 14 14 8 7 12 13 6 9 6 1 3 76 64 140
Burturstødd (abs. from home) 1 2 2 3 1 2 1 8 4 12
Rannsóknin fevndi um (total population investigated) 8 2 10 11 8 13 12 8 7 11 13 6 9 6 1 3 68 60 128
At fara yvir hvønn aldursbólkin sær við atliti til, hvussu
ofta giktin kom fyri, er neyvan til nakað gagn. Tølini eru
ov smá, og uppgerðin hevði einki sagt. Giktin er fyrst og
fremst í teim eldru og elstu aldursbólkunum. Einki av teim
65 børnunum hevði nakrantíð verið viðgjørt fyri gikt av
nøkrum slag — heldur ikki fyri giktfepur. Á talvuni síggja
vit, at í M. vóru ellivu á 15—19 ára aldri; tíggju teirra
komu upp í rannsóknina, og av teimum hevði bert ein
havt gikt. Tað var 19 ára unglingi, sum var lámur. Hann
hevði havt gikt í vinstru øksl óg vinstra armi oman fyri
alboga.
Eisini síggja vit í talvu I, at fyrst og fremst úr yngra
bólkinum, á aldri 20—49, vóru burturstødd, men at kalla
øll tey eldru og elstu vóru heima, meðan rannsóknin fór
fram. Hetta kann møguliga hava økt giktprosentið — men
nógv man tað tó neyvan vera.
Tey 128, sum eru uppi í hesari rannsókn, búðu í 44
húsum, og bæði tey 12 burturstøddu og 65 børnini vóru
úr hesum húsum. Tað búðu tí í M. í februar—mars 1950
í meðal 4,7 fólk í hvørjum húsi. 1 hvørjum húsunum búði
eitt og bert eitt húski; tó vóru í summum húsum tvinni
hjún: maður og kona og foreldur hansara ella hennara.
Svørini upp á 3 høvuðsspurningarnar síggja vit á talvu II.