Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 85

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 85
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd 91 dømi. Tær høvdu havt gikt, áðrenn tær fluttu, og vóru tí ikki, so sum hini sjey, sjúkurannsakaðar og viðgjørdar av høvundinum at hesi grein, meðan tær høvdu sjúkuna. Men sjúkuavgerðin er ivaleyst bein. Eingin av hesum 9 fekk hjartabrek. í tíðarskeiðinum 1920—1950 vóru, umframt oman fyri nevndu níggju, 2 konufólk í M., føddar ávikavist í 1880 og 1890, sum høvdu havt giktfepur, og báðar fleiri ferðir. Bæði hin eldra og hin yngra doyðu av hjartabreki, áðrenn rannsóknin í februar—mars 1950 fór fram: tær eru tí ikki við í tølunum í talvu III. Gikt í tveimum stórum, makaðum liðum verður tikin sum ein sjúka, uttan mun til at sjúkan kom samstundis í báðar liðirnar ella ikki. Men, hevur mannfólk ella konufólk til dømis havt gikt í øðrum ella báðum albogaliðum og afturat í øðrum ella báðum mjadnarliðum, verður hetta tikið sum 2 sjúkur. Á talvu III síggja vit eisini, at 7 (3 c? 4 ?) høvdu havt liðagikt í fingrunum. Hetta er at skilja so, at tað vóru 7, sum høvdu, ella onkuntíð høvdu havt gikt í einum ella fleiri fingraliðum á aðrari hondini ella báðum — febris rheumatica og polyart. chron. rheum. og Heberdens runnar undantiknir. 2 tær fyrstu her nevndu sjúkurnar eru longu umrøddar, og tann síðsta er, sum talvan vísir, eitt nummar sær. Um broytingar eru í fingraliðunum saman við He* berdens runnum, verður tað eisini tikið sum 2 sjúkur. Eingin av teimum 7 hevði havt giktfepur. Eitt konufólk, fødd í 1877, hevði í 1933 gikt í innasta liði á longutong á høgru hond og ógviligan trota har. Hon varð heilt frísk aftur av sjúkuni. Eitt annað konufólk, fødd í 1900, hevði gikt í fingraliðunum undan kulda, men ongantíð trota. Hini 5 høvdu í 1950 trota á einum ella fleiri fingraliðum. Seks (5 <? og 1 ?) høvdu ella høvdu havt gikt í alboga^ liðunum. Ein teirra, maður sum var føddur í 1882, var longu í 1921 yvirtikin av gikt í høgra albogaliði. í 1930 vísti røntgenrannsókn: «Arthritis deformansdíkar gerðir í

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.