Fróðskaparrit - 01.01.1955, Qupperneq 85
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd
91
dømi. Tær høvdu havt gikt, áðrenn tær fluttu, og vóru tí
ikki, so sum hini sjey, sjúkurannsakaðar og viðgjørdar av
høvundinum at hesi grein, meðan tær høvdu sjúkuna. Men
sjúkuavgerðin er ivaleyst bein. Eingin av hesum 9 fekk
hjartabrek.
í tíðarskeiðinum 1920—1950 vóru, umframt oman fyri
nevndu níggju, 2 konufólk í M., føddar ávikavist í 1880
og 1890, sum høvdu havt giktfepur, og báðar fleiri ferðir.
Bæði hin eldra og hin yngra doyðu av hjartabreki, áðrenn
rannsóknin í februar—mars 1950 fór fram: tær eru tí ikki
við í tølunum í talvu III.
Gikt í tveimum stórum, makaðum liðum verður tikin
sum ein sjúka, uttan mun til at sjúkan kom samstundis í
báðar liðirnar ella ikki. Men, hevur mannfólk ella konufólk
til dømis havt gikt í øðrum ella báðum albogaliðum og
afturat í øðrum ella báðum mjadnarliðum, verður hetta
tikið sum 2 sjúkur.
Á talvu III síggja vit eisini, at 7 (3 c? 4 ?) høvdu havt
liðagikt í fingrunum. Hetta er at skilja so, at tað vóru 7,
sum høvdu, ella onkuntíð høvdu havt gikt í einum ella
fleiri fingraliðum á aðrari hondini ella báðum — febris
rheumatica og polyart. chron. rheum. og Heberdens runnar
undantiknir. 2 tær fyrstu her nevndu sjúkurnar eru longu
umrøddar, og tann síðsta er, sum talvan vísir, eitt nummar
sær. Um broytingar eru í fingraliðunum saman við He*
berdens runnum, verður tað eisini tikið sum 2 sjúkur.
Eingin av teimum 7 hevði havt giktfepur. Eitt konufólk,
fødd í 1877, hevði í 1933 gikt í innasta liði á longutong
á høgru hond og ógviligan trota har. Hon varð heilt frísk
aftur av sjúkuni. Eitt annað konufólk, fødd í 1900, hevði
gikt í fingraliðunum undan kulda, men ongantíð trota.
Hini 5 høvdu í 1950 trota á einum ella fleiri fingraliðum.
Seks (5 <? og 1 ?) høvdu ella høvdu havt gikt í alboga^
liðunum. Ein teirra, maður sum var føddur í 1882, var
longu í 1921 yvirtikin av gikt í høgra albogaliði. í 1930
vísti røntgenrannsókn: «Arthritis deformansdíkar gerðir í