Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 86

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 86
92 Um giktsjúkur i einari føroyskari bygd høgra albogaliði» og í 1933: «Ómetaligir beinrunnar og fløur kring um báðar albogaliðir, serstakliga vinstra.» í 1950 var eisini arthrosis coxæ dxt. et arthritis metacarpophaí langea III man. dxt. et III og V man. sin. Hann fekk ógvi* liga illa rørt albogaliðirnar og bert við sterkari pínu. Fekk ikki vaskað sær um andlitið, uttan at hann boygdi høvdið framyvir. Hesin maðurin hevði so 3 liðasjúkur. Eitt konufólk, fødd í 1875, hevði havt arthrosis coxæ dxt. síðan 1911. Við rannsóknina í 1950 hevði hon har* afturat arthrosis gen. sin. et dxt. og arthrosis coxæ sin. Liðirnir eru raðnevndir eftir útbreiðslu sjúkunnar. Noyddist í 1950 at styðja seg fram við brósti, stólum ella borði, skuldi hon ganga. í 1950 búðu 2 fólk afturat í M. við arthrosis coxæ. Annað, eitt mannfólk føddur í 1882, er umrøddur omanfyri undir gikt í akslaliðunum. Hitt, eitt konufólk fødd í 1881, hevði umframt arthrosis coxæ sin. eisini gikt í høgra knæ og í tónum á høgra fóti. í 1950 vóru 14 mannfólk og 9 konufólk, ið høvdu ella høvdu havt gikt í knæliðunum. 4 mannfólk og 1 konufólk vóru vorðin frísk aftur av sjúkuni. So nú vóru 10 mann< fólk og 8 konufólk, sum rannsóknardagin høvdu gikt í hesum liðum. Bert ein teirra, maður ið var føddur í 1893, hevði havt giktsjúkuna í stutta tíð, hon tók seg upp júst í rannsóknartíðini. Hini 17 høvdu havt knægiktina leingi, summi í mong ár, men ymist í hvønn mun. 2 menn vóru í M., sum høvdu fingið løst og harav fingið arthrosis gen. Hin eldri, føddur í 1878, fekk í 1935 læsio menisci med. gen. sin., og so komu fram miklar broytingar í liðin. Knæið var í 1950 nærum heilt stívt, so hann noydd* ist at ganga við stavi. Hann hevði longu í 1935 periarí throsis humeroscapularis dxt., runnið av einum svulli undir hondini í 1934. Umframt hevði hann bæði í 1950 og fyrr gikt fleiri staðir í bleytholdinum. Hin maðurin, f. 1890, fekk løst í vinstra knæ í 1941. Vatn var tá á liðinum og seinni fínligir brestir. Við rannsóknina í 1950 var knæið at vísa seg frískt, men pínan í tí helt á, tá ið hann gekk

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.