Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 86
92 Um giktsjúkur i einari føroyskari bygd
høgra albogaliði» og í 1933: «Ómetaligir beinrunnar og
fløur kring um báðar albogaliðir, serstakliga vinstra.» í
1950 var eisini arthrosis coxæ dxt. et arthritis metacarpophaí
langea III man. dxt. et III og V man. sin. Hann fekk ógvi*
liga illa rørt albogaliðirnar og bert við sterkari pínu. Fekk
ikki vaskað sær um andlitið, uttan at hann boygdi høvdið
framyvir. Hesin maðurin hevði so 3 liðasjúkur.
Eitt konufólk, fødd í 1875, hevði havt arthrosis coxæ
dxt. síðan 1911. Við rannsóknina í 1950 hevði hon har*
afturat arthrosis gen. sin. et dxt. og arthrosis coxæ sin.
Liðirnir eru raðnevndir eftir útbreiðslu sjúkunnar. Noyddist
í 1950 at styðja seg fram við brósti, stólum ella borði,
skuldi hon ganga. í 1950 búðu 2 fólk afturat í M. við
arthrosis coxæ. Annað, eitt mannfólk føddur í 1882, er
umrøddur omanfyri undir gikt í akslaliðunum. Hitt, eitt
konufólk fødd í 1881, hevði umframt arthrosis coxæ sin.
eisini gikt í høgra knæ og í tónum á høgra fóti.
í 1950 vóru 14 mannfólk og 9 konufólk, ið høvdu ella
høvdu havt gikt í knæliðunum. 4 mannfólk og 1 konufólk
vóru vorðin frísk aftur av sjúkuni. So nú vóru 10 mann<
fólk og 8 konufólk, sum rannsóknardagin høvdu gikt í
hesum liðum. Bert ein teirra, maður ið var føddur í 1893,
hevði havt giktsjúkuna í stutta tíð, hon tók seg upp júst
í rannsóknartíðini. Hini 17 høvdu havt knægiktina leingi,
summi í mong ár, men ymist í hvønn mun.
2 menn vóru í M., sum høvdu fingið løst og harav fingið
arthrosis gen. Hin eldri, føddur í 1878, fekk í 1935 læsio
menisci med. gen. sin., og so komu fram miklar broytingar
í liðin. Knæið var í 1950 nærum heilt stívt, so hann noydd*
ist at ganga við stavi. Hann hevði longu í 1935 periarí
throsis humeroscapularis dxt., runnið av einum svulli undir
hondini í 1934. Umframt hevði hann bæði í 1950 og fyrr
gikt fleiri staðir í bleytholdinum. Hin maðurin, f. 1890,
fekk løst í vinstra knæ í 1941. Vatn var tá á liðinum og
seinni fínligir brestir. Við rannsóknina í 1950 var knæið
at vísa seg frískt, men pínan í tí helt á, tá ið hann gekk