Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 87

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 87
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd 93 undan brekku, eitt tekin uppá, at liðurin enn ikki var heilt sum hann átti at vera. Tólv av teimum 23 høvdu, ella høvdu havt gikt í báðum knøum, fimm bert í høgra og seks í vinstra. Hjá teim flestu var pínan bert, tá ið knæið varð liðað. Ein eldri maður segði tó, at hann viðhvørt hevði pínu eisini tá ið hann var í frið. Nøkur av teim 23 høvdu gikt eisini í øðrum liðum ella í bleytholdinum. Við rannsóknina í 1950 av teim 18, sum tá høvdu gikt í knæliðunum, var hjá einum konufólki, f. 1881, annað knæið heilt leyst í liðinum. Trý av teim 18 høvdu hylkis* trota og nógv tarn í rørslum — eitt teirra er tann fyrr um< røddi maðurin, føddur 1878. Hjá tí fimta kendist ein ógvi* ligur kippur við hvørja einastu rørslu, og tað píndi ógvi= liga illa. Ein genta, 34 ára gomul, hevði og hevði leingi havt osteochondritis dissecans, ið gjørdi vart við seg við pínu í báðum knæliðum, tá ið hon gekk, og við ljóði av fínligum brestum, hvørja ferð hon liðaði knøini. 38 ára gamal maður hevði somu sjúkueyðkenni; tey komu frá synovitis gen. utriusque. Hann gramdi seg nógv um at hann fekk so ilt, tá ið hann gekk undan brekku og segði — tá gjørdi hann kanska nakað nógv av — «eg fái bara als ikki gingið undanbrekku.» Enn vóru fýra, sum gramdu seg um tað sama. Hjá teimum var lítið og einki sjúkligt at finna við rannsóknina. Sama var við sjey afturat, sum øll høvdu pínu — meiri og minni — tá ið tey gingu; eitt einstakt av hesum gramdi seg har afturat um pínu í tí hann fór til gongu, og eitt av teimum gramdi seg um, at sjúkan versnaði undan høgætt. Ein maður við sjúkueyðkennum, sum av* gjørt bendu á gikt í knæliðum, varð røntgenavmyndaður; men hvørki við hesari, ella við aðrari sjúkurannsókn kundi verða víst á nakað sjúkligt. Sjúkuavgerðina var tó eingin ivi um, og vælkent er, at vit ofta hava fyri okkum liða* gikt, og kunnu tó ikki vísa á nakað sjúkligt, um vit so kanna sjúklingin bæði væl og virðiliga. SchledermannP^ skjýtur upp at nýta navnið slitgikt um athrosis í knælið= unum, og hetta orð hóskar væl um flestu tilburðirnar her.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.