Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 87
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd
93
undan brekku, eitt tekin uppá, at liðurin enn ikki var heilt
sum hann átti at vera.
Tólv av teimum 23 høvdu, ella høvdu havt gikt í báðum
knøum, fimm bert í høgra og seks í vinstra. Hjá teim
flestu var pínan bert, tá ið knæið varð liðað. Ein eldri
maður segði tó, at hann viðhvørt hevði pínu eisini tá ið
hann var í frið. Nøkur av teim 23 høvdu gikt eisini í
øðrum liðum ella í bleytholdinum.
Við rannsóknina í 1950 av teim 18, sum tá høvdu gikt
í knæliðunum, var hjá einum konufólki, f. 1881, annað
knæið heilt leyst í liðinum. Trý av teim 18 høvdu hylkis*
trota og nógv tarn í rørslum — eitt teirra er tann fyrr um<
røddi maðurin, føddur 1878. Hjá tí fimta kendist ein ógvi*
ligur kippur við hvørja einastu rørslu, og tað píndi ógvi=
liga illa. Ein genta, 34 ára gomul, hevði og hevði leingi
havt osteochondritis dissecans, ið gjørdi vart við seg við
pínu í báðum knæliðum, tá ið hon gekk, og við ljóði av
fínligum brestum, hvørja ferð hon liðaði knøini. 38 ára
gamal maður hevði somu sjúkueyðkenni; tey komu frá
synovitis gen. utriusque. Hann gramdi seg nógv um at hann
fekk so ilt, tá ið hann gekk undan brekku og segði — tá
gjørdi hann kanska nakað nógv av — «eg fái bara als ikki
gingið undanbrekku.» Enn vóru fýra, sum gramdu seg um
tað sama. Hjá teimum var lítið og einki sjúkligt at finna
við rannsóknina. Sama var við sjey afturat, sum øll høvdu
pínu — meiri og minni — tá ið tey gingu; eitt einstakt av
hesum gramdi seg har afturat um pínu í tí hann fór til
gongu, og eitt av teimum gramdi seg um, at sjúkan versnaði
undan høgætt. Ein maður við sjúkueyðkennum, sum av*
gjørt bendu á gikt í knæliðum, varð røntgenavmyndaður;
men hvørki við hesari, ella við aðrari sjúkurannsókn kundi
verða víst á nakað sjúkligt. Sjúkuavgerðina var tó eingin
ivi um, og vælkent er, at vit ofta hava fyri okkum liða*
gikt, og kunnu tó ikki vísa á nakað sjúkligt, um vit so
kanna sjúklingin bæði væl og virðiliga. SchledermannP^
skjýtur upp at nýta navnið slitgikt um athrosis í knælið=
unum, og hetta orð hóskar væl um flestu tilburðirnar her.