Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 93

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 93
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd 99 Danska arbeiðið, sum her verður borið saman við, er gjørt av «Dansk Gallupsinstituts sædvanlig benyttede, træ« nede stab af interviewere,» og rannsóknin fevndi yvir alla Danmørk: Kevpmannahavn, hinar býirnar, og bygdirnar — tilsamans sum nevnt 2648 fólk yvir 18 ár. Arbeiðið í M. varð gjørt av læknanum har, og hann hevði 30 ára upp* tekningar um alskyns sjúkur — har uppi í ikki lítið um gikt — til grundarlag. Hann spurdi ikki bert, men kannaði eisini, og ferð eftir ferð kundi hann rætta svørini, hann fekk. Hann má tí hava fingið nógvar tilburðir við, sum spurnarmaður frá «Gallupsinstituttet» onga vitan kundi fáa um. Tey donsku tølini frá desembur 1946 svara væl til tey, sum fram komu við eini aðrari danskari rannsókn í juni sama ár og við úrslit, sum fingin vórðu í býinum Leigh, Lancashire, Onglandi(5), og á frísisku oyggjunum við Há= land(6). Um nú so er, at tølini frá M. eru ov stór ella ov smá til at geva eina mynd av útbreiðslu giktarinnar í Føroyum, bendir rannsóknin avgjørt á, at giktsjúkurnar eru ógviliga vanligar her og eisini á, at tær koma í øllum skapi, og ofta ógviliga ringar. Eingin giktsjúka er í M., sum ikki eisini er kend í hinum bygdunum í Eiðis læknadømi, undantikin gentan við osteochondritis dissecans. Giktin í M. hevur verið samfelaginum dýr. Vert er at minna á, at vanligasta eftirsjúka við giktfepur, hjartamein, hevur kravt 2 mannalív í tíðarskeiðinum 1920—1950, og at hesi bæði eru deyð eftir nógva ára sjúku og óarbeiðsføri. Ikki fá hava verið løgd inn á sjúkrahús — summi fleiri ferðir —, og útreiðslurnar í heiminum til heilivág hava ikki verið smáar. Tíverri er ógjørligt at gera upp alla líðingina, ella at rokna út talið á mistum arbeiðsdøgum. Vit mega á ongan hátt av hesum stóru tølum og teim mongu ringu tilburðum halda, at íbúgvarnir í M. eru nívdir av giktini. Alt annað! Hetta er eitt sera lívssterkt og virkið fólk. Her ræður orðatakið: «Góður vilji dregur tungt lass.» í seinnu árum eru komin nýggj og virðismikil meðal til

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.