Fróðskaparrit - 01.01.1955, Qupperneq 93
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd
99
Danska arbeiðið, sum her verður borið saman við, er
gjørt av «Dansk Gallupsinstituts sædvanlig benyttede, træ«
nede stab af interviewere,» og rannsóknin fevndi yvir alla
Danmørk: Kevpmannahavn, hinar býirnar, og bygdirnar —
tilsamans sum nevnt 2648 fólk yvir 18 ár. Arbeiðið í M.
varð gjørt av læknanum har, og hann hevði 30 ára upp*
tekningar um alskyns sjúkur — har uppi í ikki lítið um
gikt — til grundarlag. Hann spurdi ikki bert, men kannaði
eisini, og ferð eftir ferð kundi hann rætta svørini, hann
fekk. Hann má tí hava fingið nógvar tilburðir við, sum
spurnarmaður frá «Gallupsinstituttet» onga vitan kundi fáa
um. Tey donsku tølini frá desembur 1946 svara væl til tey,
sum fram komu við eini aðrari danskari rannsókn í juni
sama ár og við úrslit, sum fingin vórðu í býinum Leigh,
Lancashire, Onglandi(5), og á frísisku oyggjunum við Há=
land(6).
Um nú so er, at tølini frá M. eru ov stór ella ov smá
til at geva eina mynd av útbreiðslu giktarinnar í Føroyum,
bendir rannsóknin avgjørt á, at giktsjúkurnar eru ógviliga
vanligar her og eisini á, at tær koma í øllum skapi, og
ofta ógviliga ringar. Eingin giktsjúka er í M., sum ikki
eisini er kend í hinum bygdunum í Eiðis læknadømi,
undantikin gentan við osteochondritis dissecans. Giktin í
M. hevur verið samfelaginum dýr. Vert er at minna á, at
vanligasta eftirsjúka við giktfepur, hjartamein, hevur kravt
2 mannalív í tíðarskeiðinum 1920—1950, og at hesi bæði
eru deyð eftir nógva ára sjúku og óarbeiðsføri. Ikki fá
hava verið løgd inn á sjúkrahús — summi fleiri ferðir —,
og útreiðslurnar í heiminum til heilivág hava ikki verið
smáar. Tíverri er ógjørligt at gera upp alla líðingina, ella
at rokna út talið á mistum arbeiðsdøgum.
Vit mega á ongan hátt av hesum stóru tølum og teim
mongu ringu tilburðum halda, at íbúgvarnir í M. eru nívdir
av giktini. Alt annað! Hetta er eitt sera lívssterkt og virkið
fólk. Her ræður orðatakið: «Góður vilji dregur tungt lass.»
í seinnu árum eru komin nýggj og virðismikil meðal til