Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 96

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 96
Retinoblastoma oculi hjá eineggjaðum tvíburðarbørnum. Retinoblastoma oculi in indentical twins. Eftir N. P. Holm. Retinoblastom er ein avbera sjáldsamur, viðføddur ilb vøxtur. Roknað verður við einum tilburði upp á hvørjar 34.000 burðar (smb. at í Føroyum eru millum 750 og 800 barnsburðir um árið). Miðalaldurin hjá teimum sjúku er 2 ár. Yngsti tilburðurin vit vita um var 1 mánað gamalt barn og elsti var ein 48 ára gamalur maður. Umleið 25—30% av tilburðunum hava illvøxturin á báðum eygum í senn. Sjúkan stingur seg upp í einari ætt sum einstakur tilburður. Tó kennast ættir við fleiri tilburðum, eisini hjá tvíburðar* børnum. Higartil vita vit tó í øllum heiminum bert um 3 eineggjaðar tvíburðar við retinoblastomi (Benadict 1929, Duncan &■ Maynardi 1939 og Falls 1947). Sjúkan situr í nethindini. Her vaksa ein ella fleiri smáir illvøxtrar fram. Vaksa seg stórar og síggjast knappliga ein dag sum ein hvítur vøxtur aftanfyri sjónarholið. Samstundis kann illvøxturin geva úrvøxtrar og frávøxtrar, serstakliga til heilan. — Hetta er tí ein ógviliga vandamikil sjúka. Títt má ein taka eygað. Ofta er ov seint, tá tikið verður til viðgerðar. Frávøxturin til heilan er longu komin og sjúkh ingurin doyr. Av hesum sæst hvussu týdningarmikið tað er at fáa beina sjúkuavgerð, áðrenn sjúkan tekur seg ov nógv fram. Oftast er avgerðin løtt. Retrolental fibroplasi og pseudogliom mega kortini verða havd í huga, men viss avgerð fæst ikki fyrr* enn aftan á sjóneykurannsókn.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.