Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 96
Retinoblastoma oculi hjá
eineggjaðum tvíburðarbørnum.
Retinoblastoma oculi in indentical twins.
Eftir N. P. Holm.
Retinoblastom er ein avbera sjáldsamur, viðføddur ilb
vøxtur. Roknað verður við einum tilburði upp á hvørjar
34.000 burðar (smb. at í Føroyum eru millum 750 og 800
barnsburðir um árið). Miðalaldurin hjá teimum sjúku er
2 ár. Yngsti tilburðurin vit vita um var 1 mánað gamalt
barn og elsti var ein 48 ára gamalur maður. Umleið 25—30%
av tilburðunum hava illvøxturin á báðum eygum í senn.
Sjúkan stingur seg upp í einari ætt sum einstakur tilburður.
Tó kennast ættir við fleiri tilburðum, eisini hjá tvíburðar*
børnum. Higartil vita vit tó í øllum heiminum bert um
3 eineggjaðar tvíburðar við retinoblastomi (Benadict 1929,
Duncan &■ Maynardi 1939 og Falls 1947).
Sjúkan situr í nethindini. Her vaksa ein ella fleiri smáir
illvøxtrar fram. Vaksa seg stórar og síggjast knappliga ein
dag sum ein hvítur vøxtur aftanfyri sjónarholið. Samstundis
kann illvøxturin geva úrvøxtrar og frávøxtrar, serstakliga
til heilan. — Hetta er tí ein ógviliga vandamikil sjúka. Títt
má ein taka eygað. Ofta er ov seint, tá tikið verður til
viðgerðar. Frávøxturin til heilan er longu komin og sjúkh
ingurin doyr.
Av hesum sæst hvussu týdningarmikið tað er at fáa beina
sjúkuavgerð, áðrenn sjúkan tekur seg ov nógv fram. Oftast
er avgerðin løtt. Retrolental fibroplasi og pseudogliom mega
kortini verða havd í huga, men viss avgerð fæst ikki fyrr*
enn aftan á sjóneykurannsókn.